Grønland vil hava 40 prosent fleiri fiskimenn

- Tað eru bert nøkur túsund størv grønlendsku fiskivinnuni, men virðisskapanin hjá hesum fólkum er ógvuliga stór, skrivar Sermitsiaq.

Grønland er ein errin fiskivinnutjóð, og her hava tey í einari nýggjari menningarætlan, sum heimastýrið hevur gjørt, sett sær nøkur mál um vøkstur í Eysturgrønlandi. 

 

Tað er serliga her, at tilfeingið kann gagnnýtast betur. Fiskimenn siga, at tað er meira fiskur í Eysturgrønlandi, og her er fiskurin eisini størri.

 

Heimastýrið hevur skrivað eina frágreiðing um hesi viðurskifti, har víst verður á, at útflutningurin av fiski og skeljadýrum telur umleið 99 prosent av samlaða grønlendska vøruútflutninginum, sum er á 5,9 miljardir krónur.

 

Hetta er sambært Sermitsiaq slakar tvær miljardir meira enn árligi ríkisstuðulin úr Danmark.

 

Grønlendska heimasíðan heldur, at tað eru fleiri áhugaverd tøl í frágreiðingini hjá heimastýrinum. Hóast grønlendski útflutningurin er slakar 6 miljardir, og 99 prosent av hesum stava frá útflutningi av fiski, so telur fiskivinnan bert 15 prosent av samlaðu arbeiðandi fjøldini.

 

- Tað eru bert nøkur túsund størv fiskivinnuni, men virðisskapanin hjá hesum fólkum er ógvuliga stór, skrivar Sermitsiaq.

 

Í frágreiðingini, sum kallast "Menningarætlan fyri fiskivinnuna í Eysturgrønlandi, verður sagt, at møguleikar eru at skapa enn fleiri útflutningsinntøkur í fiskivinnuni.

 

- Talið av fiskimonnum fram til 2030 skal økjast við 40 prosentum, veiðinøgdirnar við 30 prosentum, og inntøkurnar hjá fiskimonnum í Eysturgrønlandi skulu økjast við 25 prosentum, verður sagt í frágreiðingini hjá grønlendska heimastýrinum.