Grønlendsk løgregla rósar sjálvbodnum

Tað vóru sjálvbodnir sløkkiliðsmenn, sum síðstu nátt funnu tveir menn aftur í einari smáttu nærindis Kulusuk, tá løgreglan annars stúrdi fyri einari vanlukku.

 

 

Seint í gjárkvøldið varð grønlendska løgreglan í holt við at seta í verk eina leiting, tá tað vísti seg, at tveir mans, sum vóru farnir túr á hundasletu nærindis Kulusuk, ikki vóru komnir heim aftur klokkan 18 sum ætlað. Ótti kom á fólk, tá kvøldið kom, og menninir framvegis ikki vóru komnir aftur til húsa.

 

- Tá menninir ikki komu aftur, gjørdi maðurin, sum hevði sett seg í samband við løgregluna, sjálvur av at fara at leita á sínum kavaskutara. Tað skapti stórt órógv, tá hann fann eina einsamalla hundasletu og ein gummibát uppi á landi, sum menninir annars plagdu at brúka.

 

Vaktleiðarin hjá løgregluni í Nuuk, Malik Sandgreen, sigur við Sermitsiaq, at tá tey frættu um hetta, var ætlanin at senda eina tyrlu avstað at flúgva yvir økinum, men líkindi vóru ikki til tess. Men, nú hendi tað, at fýra sjálvboðin sløkkiliðsfólk úr Kulusuk eftir midnátt í gjárkvøldið valdu at taka málið í egnar hendur.

 

- Tey fóru at leita á kavaskutarum, og klokkan 01.46 funnu sløkkiliðsfólkini tveir mans í einari smáttu. Teir vóru báðir væl fyri. Annar - ein ungur maður - gjørdi av at koyra heim til Kulusuk saman við øðrum á kavaskutara. Hin - ein eldri maður - bleiv verandi í smáttuni og skuldi koma heim á hundasletu í dag.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Nuuk, Malik Sandgreen, fegnast um, at óttin, sum var um midnáttarleitið í gjár, tíbetur vísti seg at vera ógrundaður, og hann fegnast eisini um, at sjálvboðin sløkkiliðsfólk tóku málið í egnar hendur og funnu menninar í øllum góðum í smáttuni.

 

- Okkara meting var, at talan kundi vera um eina álvarsliga vanlukku, men tíbetur vísti tað seg, at báðir menninir høvdu tað gott, tá teir vórðu funnir, sigur Malik Sandgreen við Sermitsiaq.