Felagsskapurin, Transparency International, sum hevur deild í Grønlandi, hevur áður gjørt kanningar av mutri har, men hesaferð er talan um eina størri og meira umfatandi grein, ið eisini kann sammetast við líknandi kanningar í øðrum londum.
- Við hesi kanningin fáa vit at vita, hvussu støðan er í Grønlandi, samanborið við Danmark, Sierra Leona, Kanda og onnur lond, sigur næstformaðurin í Transparency International Greenland, Jakob Strøm, við grønlendska kringvarpið, KNR.
Kanningin verður gjørd við telefonsamrøðum við grønlendskar borgarar um alt landið, og ætlanin er, at ringjast skal til eini túsund fólk, so kanningin verður so umboðandi sum gjørligt.
Tað er ein altjóða viðurkendur kanningarstovnur, ið hevur gjørt spurningarnar og skal taka sær av samrøðunum við teir mongu grønlendingarnar, og síðani verður ein niðurstøða gjørd, umframt at svarini verða sammett við svarini frá líknandi kanningum í øðrum londum.
Úrslitið av kanningini hjá Transparency International verður væntandi almannakunngjørt um eitt ár ella so.