Grønlendsk statsvitjan hósdagin

Aksel V. Johannesen, Føroya løgmaður, verður hósdagin vertur fyri almenna statsvitjan, tá Kim Kielsen, grønlendski landsstýrisformaðurin, og kona hansara, Judithe Kielsen, koma á vitjan.


Ein umfatandi skrá er løgd fyri vitjanina hjá landsstýrisformanninum.


Føroya landsstýrið upplýsir á síni heimasíðu, at grønlendski landsstýrisformaðurin skal millum annað vitja alifyritøkuna Hiddenfjord, Kósina, uppsjóvarvirkið Pelagos, Grønlendingahúsið, MBM og Føroya Tele.


Mánadagin fara hjúnini av landinum aftur, men vitja áðrenn fráferðina í løgtinginum og vindmyllulundina hjá SEV í Húsahaga.