Í gjár fekk løgmálaráðið formliga útleggingaráheitan úr Japan eftir umhvørvisaktivistinum Paul Watson, sum er varðhaldsfongslaður í Grønlandi.
Hesum boðar ráðið frá í morgun.
- Løgmálaráðið bíðar nú eftir at fáa skjølini um útleggingarumbønina í váttaðum líki.
- Løgmálaráðið letur síðani málið víðari til grønlendsku løgregluna, uttan so at ráðið longu nú, út frá tøkum upplýsingum, finnur grundarlag fyri at avvísa áheitanini frammanundan, skrivar ráðið í telduposti til Ritzau.
Fer málið víðari til grønlendsku løgregluna, fer løgreglan undir ta kanningina, sum er neyðug fyri at fáa greiðu á, um treytirnar fyri útflýggjan eru loknar, upplýsir ráðið.
- Eftir tað verður spurningurin um útflýggjan lagdur fyri løgmálaráðið til støðutakan, skrivar ráðið.
Málið skal avgreiðast eftir grønlendskari lóg.
73 ára gamli kanadiski-amerikanski aktivisturin, Paul Watson, varð handtikin í Grønlandi 21. juli. Watson er ein av upprunaligu stovnarunum av Greenpeace, sum hann ikki er knýttur at longur.
Handtøkan fór fram á havnini í Nuuk. Watson varð handtikin her, eftir at hann hevði lagt at í Havnini við skipinum "John Paul Dejoria".
Tað hendi við støði í einum altjóða handtøkuboði úr Japan, sum varð útskrivað í 2010.
Handtøkuboðini komu eftir eina hending í Antarktis har Watson blandaði seg uppí meðan japanskir hvalaveiðarar arbeiddu.
Sambært myndugleikunum í Japan legði aktivisturin á hvalaveiðimenn og forðaði teimum í at gera sítt arbeiði.
Eftir handtøkuna varð Watson varðhaldsfongslaður í Grønlandi til 15. august, tá rættarfundur verður um, hvørt hann skal útflýggjast til Japan.
Málið hevur vakt altjóða ans.
Millum annað hevur franski forsetin, Emmanuel Macron, heitt á donsku myndugleikarnar um ikki at útflýggja Paul Watson.
/ritzau/