Jarðfrøðiligar royndir úr Føroyum hava fyrr víst, at føroyska jarðfrøðin er sera lík jarðfrøðini á Mars. Eftir at rúmdarbilurin Perseverance er farin undir at taka borikjarnar á Mars, ber til at gera neyvari samanberingar og greiningar av ymiskum grótsløgum úr Føroyum og á Mars. AMASE verkætlanin, sum er heitið á kanningararbeiðinum í Føroyum, hevur tí fingið enn størri týdning nú.
- Vit vóna, at royndirnar, sum vit hava tikið nú, og tær greiningar, ið fara at verða gjørdar, fara at gera tað møguligt at skilja fleiri frábrigdi og smálutir í jarðfrøðini á Mars, sum í síðsta enda fara at geva okkum virðismikla vitan um vatn og lív á gongustjørnuni, sigur Uni Árting, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, sum er í partur av Mars 2020 vísindatoyminum hjá NASA.
##med2##
Granskararnir gjørdu kanningar í fýra dagar í Tindhólmi og tríggjar dagar í Suðuroynni. Við í arbeiðinum vóru eisini fjallaklintrarar og tyrluflogskiparar.
Grein úr Vísindavøku í Sosialinum 8. september 2023
##med3##