Hetta er seinasta konsertin á skránni hjá Summartónum í ár. Klokkan 13.00 fer Norðlýsið av Havnini við kós ímóti Hestoynni, har grotto-konsert verður í Klæmintsgjógv, ið er eitt helli, sum gongur umleið 400 metrar inn undir Hestoynna. 250 metrar er siglandi inn, og 150 metrar ber til at ganga. Konsertir hava regluliga verið í Klæmintsgjóv síðani 1986, og konsertin týsdagin er tann seinasta á skránni hjá Summartónum í ár. Tað er Dávur Juul Magnussen, sum fer at spæla á trombone.