? Grov provokatión

Starvsmannafelagið beyð mánamorgunin øllum feløgunum, sum hava sáttmála við Fíggjarmálastýrið til fundar. Tey góðtaka nevniliga ikki, at fútarætturin varð blandaður uppí málið um føðideildina. ? Hetta er grov provokatión, verður sagt

Gunleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum, var fámæltur mánamorgunin áðrenn fundin.
Hann greiddi frá, at Starvsmannafelagið er stigtakari til fundin, men ætlanin er at fáa eitt kjak í lag um tað, sum er farið fram í málinum um føðideildina.
? Vit ætla at tosa við hini feløgini, sum hava sáttmála við Fíggjarmálastýrið, fyri at hoyra hvat skal gerast í hesum málinum, greiðir hann frá.
Hann sigur, at tað ikki verður góðtikið, at fútarætturin verður brúktur til at sníkja danska arbeiðsrættin inn yvir føroysk starvsfólk, tí arbeiðsreglurnar í Danmark eru als ikki tær somu sum í Føroyum.
? Vit meta hetta sum eina sera grova provokatión. Í løtuni situr ein arbeiðsbólkur í Føroyum, og arbeiðir við at finna eina loysn, sum bæði arbeiðsgevarar og ? takarar kunnu vera nøgdir við. Tað veit stýrið á Landssjúkrahúsinum fullvæl, og vit halda tað vera burturvið, at teir so nú skulu draga danskan arbeiðsrætt inn í føroysk viðurskiftið.
Gunleivur Dalsgarð greiðir frá, at arbeiðsbólkurin, sum arbeiðir við at finna eina føroyska loysn uppá trupulleikan við fútarættinum, hevur sitið síðani 2003, og roynt at funnið eina loysn, og at tað tí tykist sum ein provokatión, at danski fútarætturin hóast alt verður nýttur.
Spurdur um arbeiðsbólkurin er komin til nakra niðrstøðu ella nakra loysn í málinum, svarar Gunleivur, at tað eru teir ikki.
? Men teir arbeiða við at finna eina loysn, sum báðir partar á arbeiðsmarknaðinum kunnu góðtaka.
Spurdur hvat leiðslan á Landssjúkrahúsinum so átti at havt gjørt, tá teir hvørki kunnu nýta fútarættin ella føroyska arbeiðsbólkin, sum enn ikki er komin til nakra niðrstøðu, svarar Gunleivur, at tað hevur hann onga viðmerking til.
? Eg havi ikki tíð at tosa longur, fólk byrja at koma á fund nú.