Grovt gjørt móti mær

Heini O. Heinesen kundi ikki funnið uppá at farið úr Tjóðveldisflokkinum, sjálvt um hann hevur merkt kulda

Í 1984 kom Heini O. Heinesen fyrstu ferð í løgtingið, og 10 ár seinni varð hann valdur til formann í Tjóðveldi eftir uppskoti frá Erlendi Paturssyni, sála. Í seks ár var hann formaður.
Í 2008 kom Heini O. Heinesen í mótvind í flokki sínum. Tað kom av, at hann ikki kundi taka undir við politikkinum hjá flokkinum, sum vildi skerja fiskidagatalið.
Avleiðingin av hesum var, at hann varð koyrdur úr bæði vinnunevndini og fíggjarnevndini.
- Tað var ræðuligt, sigur Heini O. Heinesen.
Samskiftið millum hann og onnur í flokkinum hevur ikki altíð líka gott, og tað gav at býta, tá ið Norðoya Tjóðveldisfelag í summar skuldi gera lista til løgtingsvalið. Heini O. Heinesen slapp ikki á listan.
- Tað er eitt tað grovasta, eg havi upplivað, eitt stórt skuffilsi, sigur hann.
Heini O. Heinsen sigur seg als einki hava ímóti, at yngri fólk koma famat, men tað átti eisini veriða nakað vert at havt fólk, sum hava drúgvar royndir og sita við nógvari vitan.
- Nei, eg havi ongantíð hugsað um at farið í nakran annan flokk. Eg taki undir við øllum øðrum enn fiskivinnupolitikkinum hjá Tjóðveldi. Fólk mugu minnast til, at eg sat sum formaður í fleiri ár og førdi flokkin fram til sigur, sigur Heini O. Heinesen.