Hans Jacob Hermansen, koyrilærari í Havn hevur í longri tíð nú arbeitt saman við Heina á Borg við eini ætlan um hálkubreyt í Havn. Teir hava havt fundir við Tórshavnar býráð um møgulig øki, har ein tílík kann verða.
Økið, sum teir nú hava sent býráðnum umsókn um, er økið við gamla tyrvingarplássið.
Hans Jacob sigur, at har er ikki so øgiliga nógv at gera, áðrenn tann sokallaði grulvugarðurin kann verða, sum hann málber seg.
Við grulvugarðinum meinar hann við, at tað er gott at hava eitt øki, har byrjunarundirvísingin í persónbili kann fara fram uttan at órógva býarferðsluna.
? Tað eru øgiliga fá øki, har vit kunnu fara við næmingunum, so tørvurin er avgjørt tilstaðar, sigur hann.
Síðani er ætlanin at útbyggja grulvugarðin so líðandi til eina hálkubreyt eisini, tí økið er nóg stórt, sigur Hans Jacob.
Grulvugarðurin er sum sagt einans til byrjunarundirvísing í at koyra persónbilar, meðan ein hálkubreyt kann nýtast til alt annað eisini.
Hetta verður kallað ein grulvugarður av tí orsøk, at bilførarar eru at samanbera við børn. Tey eru í einum grulvugarði, inntil tey duga at ganga. Har er trygt og skuldi ikki nakað stórvegis kunnað hent. Hans Jacob sigur, at í hesum førinum kann tað hugsast, at tey verða í grulvugarðinum eisini eina tíð eftir, at tey eru komin upp á beinini, áðrenn farið verður út í ta veruligu ferðsluna.
Hinvegin er ein hálkubreyt ikki bara til hálku.
? Tað verður somuleiðis møguligt at venja koyriteknikkir og royna teori í praksis, sigur Hans Jacob Hermansen.
Og harvið kunnu ymsar óvæntaðar støður í ferðsluni, sum kunnu hava óneyðug óhapp við sær, venjast og eins máti at takla støðurnar uppá, heldur Hans Jacob fram. Hann er sannførdur um, at fleiri óneyðug óhapp kunnu sleppast undan, um bilførarar fáa høvi til at læra seg, hvussu ein skal gera undir óvæntaðum umstøðum.
Bíða eftir svari
Hans Jacob sigur, at sum nú er, bíða teir bert eftir svari frá kommununi. Og hann dugir væl at síggja fyri sær, at um svarið frá kommununi verður játtandi, at so verður grulvugarðurin klárur í ár.
? Men sum sagt vit bíða bert eftir svari, sigur hann.
Hans Jacob Hermansen hevur sjálvur verið til slík skeið í grannalondum okkara, og hann letur sera væl at teimum.
? Eg eri komin út fyri støðum í Føroyum, har eg havi koyrt buss og fingið brúk fyri tí, sum eg lærdi á hasum skeiðunum, sigur Hans Jacob Hermansen, sum er spentur uppá, hvussu leikur fer at ganga í hesum málinum.
Enn er tað ikki eitt krav í Føroyum, at ein hálkubreyt skal verða, men Hans Jacob hevur kagað í nýggju kunngerðina fyri koyrikort, og har benda viðurskifti á, at tað verður eitt krav. Men um so hon verður eitt krav, so fer tað sjálvandi at hava við sær, at tað verða mong um hesa hálkubreytina, tá hon einaferð kemur.