Grundarlagið undir uppsagnunum er nú burtur

Málið er ikki endað, fyrrenn øll hava fingið høvið at koma aftur til arbeiðis, sigur Starvsmannafelagið

Á einum fjølmentum aðalfundi í dag samtyktu fundarfólki eina yvirlýsing, sum staðfestir, at málið á Innkrevjingardeildini hjá Toll- og Skattstovu Føroya ikki er av fyrrenn ØLL 14 fólkini, hava fingið høvi til at koma aftur til arbeiðis, og at tey øll 14 fáa eins viðgerð framyvir.

Aðalfundurin álegði nevndini at virka fyri, at hesi viðurskifti koma í rættlag. 7 av fólkunum, sum hava starvast á Innkrevjingardeildini, hava sagt seg úr starvi orsakað av samstarvstrupulleikum við leiðsluna á Innkrevjingardeildini.

Nú leiðarin ikki longur er í starvi á Innkrevjingardeildini, er grundarlagið fyri uppsøgnunum burtur. Við tað at Fíggjarmálastýrið hevur sett nýggja leiðslu á Innkrevjingardeildini viðurkennir hon, at hon hevur haft leiðslutrupulleikar, og má tí fara undir at viðgera støðuna saman við øllum 14 starvsfólkunum av nýggjum.

Semjan sum Starvsmannafelagið gjørdi við fíggjarmálaráðharran, Karsten Hansen, innibar eisini eina avtalu um at fólkini skuldu viðgerast eins, og at øll skuldu vera umfataði av arbeiðnum av desentraliseringini.

Á aðalfundinum vórðu viðgjørd fleiri onnur mál m.a. brotini á grein 2 í sáttmálanum, broyttur bygnaður og komandi sáttmálasamráðingar, sum longu nú er neyðugt at fara í holt við at fyrireika.

Eisini var formans- og nevndarval. Gunnleivur Dalsgarð stóð fyri valið sum formaður og hann var einmælt afturvaldur sum formaður fyri eitt tvey ára skeið. Heini Joensen og Ingun Olsen stóðu eisini fyri fyri vali, og tey vóru afturvald. Sum eyka limir vóru Súni Selfoss og Janus Djurhuus afturvaldir.


Yvirlýsing

Aðalfundurin, sum er hægsti myndugleiki Starvsmannafelagsins staðfestir, at málið á Innkrevjingardeildini á Toll- og Skattstovu Føroya ikki er av fyrrenn øll 14 starvsfólkini hava fingið høvi til at koma at aftur í arbeiðið.

Aðalfundurin áleggur nevndini í Starvsmannafelagnum at virka fyri hesum.


Samtykt á 39. aðalfundi hjá Starvsmannafelagnum tann 26. febr. 2000