Felagsskapurin hevur sett fokus á stórar og týðandi spurningar, mál av almennum áhuga og elvt til eitt gott, sakligt og upplýsandi orðaskifti um hesi viðurskifti. Amnesty International hevur varpað ljós á grundleggjandi altjóða mannarættindaspurningar so sum deyðarevsing, loftvegis fangaflutning til lond, sum loyva avhoyring við pínslu, fangalegur og tilvildarliga revsing uttan lóg og dóm víða um heimin. Eisini hevur Amnesty International, Føroya Deild alment tikið til umrøðu álvarsamar samfelagsspurningar her í Føroyum og birt upp undir orðaskifti, ið er týðandi fortreyt fyri nútímans fólkaræði.