Grundin skal stoypast

Landsliðsvenjarin í kvinnuhondbólti hevur tikið fyrsta hópin út, og á lepanum eru fleiri nøvn, sum ikki hava verið sett í samband við A-landsliðið áður

 

Hondbóltur


Fyri stuttum kom tað endaliga í rættlag, at Jónleif Sólsker verður venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, og nýggi venjarin hevur ikki ligið á løtu síðuni, síðani hendan avgerð varð tikin.

Hann hevur verið trúgvur gestur til fleiri landskappingardystir síðani hetta, og nú hevur hann so kallað inn til fyrstu venjingarnar.

Vit kunnu í hesum viðfangi leggja afturat, at tað enn ikki heilt greitt, hvør verður hjálparvenjarin hjá Jónleifi, meðan tað liggur fast, at Ann Rubeksen verður liðleiðari.


Fleiri nýggj nøvn

Venjingarnar, sum byrja 29. desember, eru liður í langtíðarætlanini, sum hevur til endamál at hava eitt so sterkt landslið sum gjørligt, tá kvinnurnar á heysti 2003 skulu royna seg í EM-undankapping.

At arbeiðið er somikið langsiktað, merkir sjálvandi, at venjarin avgjørt hevur tikið atlit til framtíðar menning av leikarum, tá liðið er tikið út, og tískil eru nøkur meira ella minni óvæntað nøvn við í hópinum, sum nú er úttikin, ella er talan í øllum førum um nøvn, sum ikki vóru á lepanum, tá kvinnurnar fyri einum ári síðani spældu landsdyst ímóti Svøríki.

Sjálvur leggur Jónleif tó dent á, at talan í fyrstu atløgu er um ein bruttohóp.

- Nú eru hetta fyrstu venjingarnar, so í fyrsta umfarið havi eg innkallað tær, sum eg í løtuni haldi hava bestu møguleikarnir at gera seg galdandi. Tað er jú ógjørligt at siga, hvørjar leikarar eg havi tøkar á heysti 2003. Tað kann væl vera, at onkur nýggj hevur stungið seg fram tá, eins og tað heldur ikki er vissa fyri, at allar tær 23, sum nú eru úttiknar, eisini spæla hondbólt til ta tíð, sigur venjarin í stuttari viðmerking.

Tær 23, sum nú eru úttiknar til bruttohópin eru: Nicolina Eyðbjørnsdóttir, Fríða Marjunardóttir, Jórun Ludvig, Sóley Mikkelsen, Jacklin Durhuus og Hallfríð Isaksen úr VÍF. Helena Dam, Katrin á Neystabø, Gunnleyg Berg, Birita Wardum og Annika Thomsen úr Neistanum. Joan M. Joensen, Bára Skaale, Una Olsen og Anna Kristina Samson úr Stjørnuni. Annika Ljósstein, Fríða Petersen og Anja Johannesen úr Kyndli. Gurið Mortensen og Margreth Augustinussen úr VB. Hertha Simonsen og Sólja Jóanisdóttir úr Sóljuni og Beinta Joensen úr Tjaldri.