At koma í sosiala neyð man vera eitt tað ringasta, einum menniskja kann vera fyri. Kortini er sosial neyð ein veruleiki í dag, sum ikki slepst undan.
Síðstu tíðina hava vit hoyrt um heimleys, ið ongastaðni hava at fara. Umstøðurnar at røkja tey, ið sálarliga eru illa fyri, eru heldur ikki nóg góðar. Og hvør tekur um endan, tá okkara gomlu hava røkt og hjálp fyri neyðini?
Øll bera seg undan, og eingin vil taka ábyrgd av, at onnur hava tað ringt. Jú, víst siga øll seg hava viljan at hjálpa, men verri er vorðið, tá okkurt skal henda.
Størsti trupulleikin er, at øll tey mongu, ið vilja hjálpa, ikki sleppa at hjálpa. Hóast viljin er til staðar, er einki at gera.
Sum støðan er, liggur øll sosial ábyrgd og allur sosialur avgerðarrættur hjá landsstýrinum, tað vil siga hjá landsstýrismanninum við almanna- og heilsumálum.
Hetta má broytast og tað ongantíð ov skjótt, tí fólk við tørvi á hjálp, fáa hana ikki. So leingi kommunurnar verða settar á síðulinjuna, verður hetta støðan.
Serliga í høvuðsstaðnum kennist sosiala neyðin sum eitt øki, har stórur tørvur er at gera nakað. Men tað ber ikki til, so leingi sosiala ábyrgdin ikki eisini liggur hjá Tórshavnar kommunu.
Nú er nóg mikið tosað og tosað uttanum: Ræðið á sosialu ábyrgdini skal leggjast út til kommunurnar, tí annars er eingin loysn á alsamt vaksandi sosialu neyðini í eygsjón!
Kommunalur vilji er góður, men so leingi hann er bundin av landsstýrinum, er eingin bati. Og bata skulu vit eisini síggja á hesum øki, við ella uttan hjálp frá landsmyndugleikunum.
Hesum vil eg arbeiða fyri!
Heðin Mortensen
valevni fyri Sambandsflokkin til Tórshavnar Býráð