Franska tjóðartingið hevur í dag samtykt, at abort skal vera grundlógartryggjað rættindi í Frankaríki.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Limir í báðum kømrum í franska tjóðartinginum – Tjóðartinginum og Senatinum – vóru til staðar við atkvøðugreiðslu.
Franski forsætisráðharrin, Gabriel Attal, segði í sambandi við atkvøðugreiðsluna, at avgerðin sendir eitt týdningarmikið signal til kvinnurnar.
– Vit senda eini boð til allar kvinnur: Tú eigur kropp tín, og eingin annar skal taka avgerðir (um kroppin, red.) tína vegna, segði Gabriel Attal við fronsku tjóðartingslimirnar.
Minst tríggir fimtingar av limunum í tjóðartinginum skuldu atkvøða fyri broytingini, um hon skuldi gerast veruleiki.
Kvinnur hava havt rætt til abort í Frankaríki síðani 1974. Men rættindini hava higartil ikki verið skrivað í sjálva grundlógina.
Eftir at rætturin til abort varð sendur undir trýst í USA í 2022 eftir eina avgerði í amerikanska hægstarætti, fóru aktivistar í Frankaríki at trýsta á fyri at, at rætturin til abort varð skrivaður inn í fronsku grundlógina.
Hægstirættur í USA broytti í 2022 »Roe vs. Wade«-avgerðina frá 1973, sum tryggjaði, at kvinnur í øllum USA høvdu rætt til at taka abort.
/ritzau/