Neistin - VÍF 23-30 (14-15)
H71 - Team Klaksvík 33-14
Í dag var seinasta umfarið í grundspælinum í Okkaradeildini leikt, og endaliga stigatalvan boðar frá einum so tøttum úrslitið, sum sjáldan er sæð áður.
Væntað var at H71 fór at vinna á Team Klaksvík, so veruligi spenningurin var í Havn, har Neistin tók ímóti VÍF.
Les eisini: H71 ella Neistin tryggjar fremsta plássið í dag
Sum vænt trýsti VÍF leikferðina upp, og hevði eisini hug at vera á odda í einum fyrra hálvleiki, ið endaði 14-15.
Í seinna hálveiki setti VÍF Mladen Mjerimacka inn fyri Dia á Lava, ið annars hevði havt fleiri bjargingar.
Mladen Mjerimacka fekk saman við verjuni steðga neistaálopinum, og serliga Rasmus Søby hevði truplari at koma til møguleikar í seinna hálvleiki.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki revsaði VÍF fleiri neistamistøk, og fór frá støðuni 19-20 upp á 20-26, og so mundi dysturin vera avgjørdur.
Tað var hann eisini. Hóast Neistin minkaði niður í fýra mál á muni, gjørdi VÍF arbeiði liðugt og vann 30-23.
Tá ið H71 vann stórsigur á Team Klaksvík, merkir hetta, at H71 fær fremsta plássið, VÍF endar nummar tvey og Neistin endar á triðja plássið - øll við 25 stigum, men avgjørt av innanhýsis úrslitum. Kyndil endar á fjórða plássi. Við hvussu nógvum stigum verður avgjørt móti StÍF seinni í kvøld.
H71 skal nú velja sær eitt av teimum trimum mótstøðuliðunum í hálvfinaluni, og lætt er at hugsa sær, at H71 velur sær VÍF. Hoyvíkingar hava vunnið fýra greiðar sigrar av fýra møguligum móti VÍF í ár, men VÍF sendi í dag greitt tekin til H71 um at vestmenningar spæla góðan hondbólt í løtuni.
Klokkan 20.00 í kvøld spæla Kyndil og StÍF seinasta dystin í ársins grundspælið, men hetta fer ikki at førka nakað á stigatalvuni.
Undan hesum dysti sær støðan soleiðis út:
(hsf.fo)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 18 | 467 | 401 | 66 | 25 |
2 | Neistin | 18 | 479 | 419 | 60 | 25 |
3 | VÍF | 18 | 509 | 462 | 47 | 25 |
4 | Kyndil | 17 | 440 | 401 | 39 | 19 |
5 | KÍF | 18 | 452 | 444 | 8 | 18 |
6 | StÍF | 17 | 390 | 467 | -77 | 10 |
7 | Team Klaksvík | 18 | 422 | 565 | -143 | 2 |