Grundspælið skal avgerast

Seinastu dystirnir hjá kvinnunum undan endaspælinum verða um vikuskiftið, og tó at oddasessurin er avgreiddur, so er stórur spenningur um øll úrslitini

Kvinnuhondbóltur
Jákup Mørk

Hóast menninir í løtuni halda frí í landskappingini, nú landsdystir eru á skránni, so merkir hetta ikki, at hondbóltsáhugaðir føroyingar mugu vera dystir fyriuttan um vikuskiftið.
Í bestu kvinnudeildini verður nevnliga framvegis spælt við fullari ferð, og nú eru tað seinastu dystirnir í grundspælinum, sum standa á skránni.
Her hevur VB longu tryggjað sær, at tað verða tær, sum eru fremstar, tá farið verður undir endaspælið, men fyri tað er so langt ífrá allur spenningur fokin.
Eitt skifti sá annars út til, at VB var einasta liðið við nóg góðum støðufesti til framhaldandi at toga stigagevandi avrik fram, men men seinnu vikurnar er stígur komin í hjá teimum. Samstundis hevur VÍF ment seg, soleiðis at tær so smátt aftur eru farnar at líkjast liðnum, sum hevur hølvað alla mótstøðu av tey bæði seinnu árini, og júst hesi bæði liðini hittast í Vestmanna um vikuskiftið.
Her kann VÍF við einum sigri syrgja fyri, at munurin upp til oddin verður tann minst møguligi, tá farast skal undir endaspælið, og einki er at ivast í, at tað er hetta, sum farið verður eftir. Hartil skal eisini havast í huga, at tað var júst VB, sum í seinasta dystinum í fjør breyt tvey ára longu sigursrøðina hjá VÍF, og tað er uttan iva nakað, sum vestmannakvinnurnar vilja hevna.
Hinvegin er tað ikki av tilvild, at VB er fremsta liðið á stigatalvuni. Liðið hevur fram um hini megnað at hildið støðið í avrikum sínum, og við trimum framúrskarandi útlendskum leikarum á liðnum, skal VÍF veruliga spenna seg út, skulu tær minkað um munin til oddin, nú endaspæli stendur fyri framman.

Spenningur um næstu sessirnar
Eftir at teir báðir oddafiskarnir hava avgreitt tann spurningin leygardagin, verða tveir aðrir dystir leiktir sunnudagin. Og eisini her hava dystirnir stóran týdning fyri, hvussu útgangsstøðið verður hjá ymsu liðunum í endaspælinum.
Á Skála spæla StÍF og Stjørnan, og tað verður vinnarin av hesi uppgerðini, sum sleppur at byrja á bronsuplássinum. Hjá Stjørnuni er enntá somikið stutt upp til oddin, at tær við einum sigri kunnu vinna seg upp á annað plássið í kappingini, og í minsta lagi byrja tær á sama stigatali sum VÍF ? um tær altso vinna sín dyst.
Hinvegin nýtist StÍF heldur ikki at hyggja so øgiliga langt uppeftir, um tær vinna sín dyst. Tær hava í løtuni 11 stig, og sostatt møguleikan at koma ájavnt Stjørnuni á triðja plássinum. Og tað er sjálvandi ein møguleiki, sum tær ynskja at taka av.
Skulu nøkur verulig vónbrot finnast í kappingini higartil í ár, so skulu hesi helst finnast í Havnini. Neistin hevur øll hondbóltsárini verið við til at seta sín dám á bestu kvinnukappingina, men seinnu árini hava tær tó ongan tíð verið mentar at vinna seg heilt fram í oddin. Somikið illa fyri, sum tær hava verið í ár, hava tær tó neyvan verið, og nú eru útlit fyri, at tær byrja endaspælið sum næst aftasta av teimum sjey lið-unum.
Hitt vónbrotið í ár, Kyndil, hevur møguleika at gerast leyst av Neistanum, fáa tær tvey stig við sær aftur úr Runavík, og tað er tað nógv, sum bendir á, at tær fara at gera. Ikki minst, tí einastu stigini, sum Tjaldur hevur fingið higartil, komu í útidystinum ímóti Kyndli, og einki er ivast í, at hetta er ein blettur, sum Kyndil nú vil royna at vaska av sær aftur. Hinvegin sýndi sigurin í Havn, at Tjaldur á einum góðum degi væl kann gera nakað við hini liðini, og so er spurningurin bara, hvussu dagurin hjá liðunum báðum fer at hilnast hesaferð.