Grundstøðið undir einum framkomnum Føroyum

Johan Dahl
løgtingsmaður

Vita hava brúk fyri vitanarvinnum (nýggjum vinnum)
Vit hava brúk fyri útbúgvingum - til at mennað okkara samfelag
Vit hava brúk fyri mentanini, okkara samleika. Hon kann gera okkum kend og partar av henni enda sum vinna.
Vit hava so sanniliga eisini brúk fyri í nógv størri mun enn nú, at samantvinna hesi, so vit fáa eina størri eind burturúr.
Útbúgvingar á samlibandi, universitetsgradir í stóran stíl og hvat so??
Vit hava í mong ár útbúgvið okkara ungu, so tey í vitanarhøpi eru í heimsklassa.
Vit hava - við atliti til fólkatalið, heimsins best útbúna fólk, men vit hava tey tíverri ikki her heima hjá okkum í tann mun vit áttu.
Hyggja vit eftir, hvat tað er sum veruliga er í gongd, so haldi eg at tað er ikki sørt skelkandi.
Vit brúka í hundraðvís av milliónum til útbugvingar av fólki - tað skulu vit eisini, tí eitt høgt útbúgvingarstøði er lykilin til eitt framtíðar sterkt samfelag, sum kann koma at klára seg, og kanksa verða í fremstu røð í so nógv umrøddu altjóðagerðini, sum fer fram rundanum okkum, hetta um vit dugað at gagnnýta okkara resoursir - eisini heilaresursir.
Tað skelkandi er, at VIT DUGA IKKI AT FÀA TEY HEIMA AFTUR at virkað, og verða við til at mennað og byggja okkara land upp, til tað vitanarsamfelag, sum vit so sterkt hava brúk fyri, fyri at yvirlivað framyvir. Vit hava í hundrað talið av sera vælútbúnum fólki innan alskyns yrkisgreinar, sum sita í topleiðara og millumleiðara størvum í útlandinum.
Vit hava fólk í leiðslunum á útlendskum virkum, innan granskingarætlanir, medisinframleiðslu, matvøruframleiðslu, innan tónleikavinnu, innan sniðger/design á høgum støði, innan bankavirksemið/fíggingarvirksemið, innan telecommunikatión, innan tungframleiðslu osfr. Vit hava serlæknar av ymsum slag, farmaseutar, biologar, kemikarar, bromatologar osfr. osfr., sum vit kanska ongantíð síggja her heima aftur, uttan í ferium, tí vit kunnu ikki bjóða teimum størv.
Vit hava Búskaparfrøðingar, Samfelagsfrøðingar, Fíggjarfrøðingar, Grannskoðarar, og nógvar aðrar frøðingar, sum vit heldur ikki síggja aftur.
Vit eiga at gera alt sum stendur í okkara makt fyri at fáa hesi hendanvegin aftur, tí vit hava sum ongantíð fyrr brúk fyri hesum fólkum og teirra vitan og royndum.

STØÐAN Á HEIMAVØLLINUM
Tað syrgiliga sum hent er, er at vit hava fingið nøkur av hesum fólkum heim, men hvar eru tey?? Hvar eru tey fólkini sum áttu at verið úti í vinnuni og verið við til at ment og bygt samfelagið upp?? Jú tíverri, so hava vit sett tey flestu í størv innan okkara almennu fyrisiting.
Har sita tey trygt og gott við einari góðari løn, góðari pensión og einum eftir teirra metan tryggum lívsstarvi.
Eg haldi ikki at tað skal verða so. Eg haldi at ein munagóður partur av hesum fólkum við stórari vitan áttu at verið í vinnuligum virksemið.
Tað kann ikki verða rætt, at tann sum rindar tær bestu lønirnar, - frammum grannskoðarar, vinnuvirkir, bankar og arðar, er tað almenna. Tá eru vit farin á eitt skeivt sport samfelagsliga, tí eitt er vist: Vit livað ikki leingi av at klippað hvørjum øðrum. Vit liva heldur ikki av at lata eyguni aftur og lata standa til og siga at alt er so sára gott - TÍ TAÐ ER TAÐ ALS IKKI.

INNTØKUVØKSTURIN VANTAR
Vit komað einans at liva væl við at skapa støðugan inntøkuvøkstur burtur úr vinnuligum virksemi, handilsligum virksemi, sølu av vitan, framleiðslu av einhvørjum slag, tað verði seg á sjógvi og landi.
Vit mugu byrja at takð í egnan barm og broyta okkara vinnuliga hugburð. Fiskivinnan og fiskaframleiðslan fyllir nógv og er enn grundvøllurin undir okkara samfelag, men vit mugu eisini byrja at brynja okkum til framtíðina og fáa vitanartungar vinnur henda vegin.
Vit mugu byrja innanifrá við fyrst og fremst at hava ein vinnupolitikk. Tað hava vit tíveri ikki havt í mong ár. Tí liggja vit sum vit liggja ídag.
Vit mugu gera Føroyar til eitt komandi KOMPETANCU LAND, sum ikki longur kemur at detta burturímillum í einum altjóðagjørdum, vitanarbaseraðum heimi.
Vit mugu gera eina ætlan, sum førir við sær, at tað verður áhugavert at koma til Føroya at vinna og virka.
Áhugaverd tilboð til nýhugsandi føringar og útlendingar, innovativ virkir, væl lærd fólk, og útlendskur kapitalur eru neyðug. Vit eiga eisini at seta á stovn ein Vakstrargunn, sum hevur sama endamál sum t.d. tann danski vækst-fonden (www.vf.dk). Peningur til ein slíkan grunn kunnu vit fáa við at selja út av okkara almennu feløgum - einskilja ALT sum er á almennum hondum av vinnuvirkjum eftir føstum leisti.
Vision 2015 ljóðar væl. Vit mugu seta fer á ætlanina at fáa VISIÓN 2015 til at gerast veruleika, við ítøkiligum málrættaðum verkætlanum - kanska einum 4-5 spjaddar yvir landið at byrja við.

Okkara aðalmál eigur at verða :
Lat okkum fáa teir vællærdu "heilarnar" heimaftur sum eru uttanfyri landoddarnir.
Lat okkum fáa teirra vitan og royndir heim, so vit fáa nyttu burturúr hesi, øllum samfelagnum at gagni og føroya fólkið til framburðs.