– Vit halda okkum hava alt tað at bjóða, sum ein stór kommuna skal hava, sigur borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, nú kommunan lækkar prísin á 24 grundstykkum við 100.000 krónum.
Talan er um 24 grundstykki á Lýðarsvegi á Toftum, sum í miðal eru 650 fermetrar til støddar, og sum eru næstan byggibúgvin. Tvey av stykkjunum eru longu seld, so kommunan hevur 22 stykki eftir til sølu.
– Vit hava havt 150 fólk á bíðilista, men nú er eingin, sigur Jóhannus Danielsen, ið hevur góðar vónir um, at fólk fara at sýna hesum 22 stykkjunum áhuga, nú prísurin er lækkaður úr 297.500 krónum niður í 197.500 krónur.
Hoyr samrøðu við borgarstjóran við at trýsta á pílin undir myndini.