Jákup Dam
----
Eitt tað fyrsta, ið eg fari at arbeiða við, um eg verði valdur í býráðið í Tórshavn, er at fáa til vega grundstykkir í Kollafirði, soleiðis at møguleiki aftur verður hjá fólki at búseta seg í bygdini. Hetta meti eg vera eina heilt grundleggjandi treyt fyri øllum framburði.
Trupulleikin við vantandi grundstykkjum er ikki nýggjur í Kollafirði, tí fakta er, at ongar útstykkingar hava verið gjørdar í mong ár. Hetta hevur havt sera keðiligar fylgjur við sær, tí at nógvar ungar familjur í Kollafirði hava verið noyddar at sett búgv í øðrum bygdum. Summi hava enntá valt at flyta av landinum. Tá sjálvt kollfirðingar ikki hava havt møguleika fyri at seta búgv í egnari bygd, so hevur sjálvandi heldur ikki verið nøkur tilgongd av fólki aðrastaðni frá - spell, tí Kollafjørður skuldi verið ein perla at búð í, tá hugsað verður um, hvussu væl bygdin liggur fyri á føroyakortinum. Og eg ivist ikki í, at bygdin kundi verið vaksin nærum tað dupulta, um grundstykkir/byggiøki alla tíðina høvdu verið til taks.
At fólk í langa tíð ikki hava havt møguleika fyri at seta búgv hevur avgjørt havt eina negativa avleiðing. Vit síggja í dag eina stóra minking í barnatalinum, tí barnafamiljurnar eru fækkaðar í tali. Hetta má og skal vendast, tí uttan børn og barnafamiljur er eingin framtíð. Tað er tí ein skylda hjá fólkavaldu politikkarunum at skipa so fyri, at fólk hava møguleika fyri at seta búgv.
Eitt av mínum hjartamálum er at fáa vent hesi gongdini og so skjótt sum gjørligt at fara í gongd við at útstykkja.
Um tit kollfirðingar vilja hava eina sterka rødd, sum veruliga umboðar bygdina, í býráðið, so vel Jákup Dam á lista E.