GSM skipanin hjá Føroya Tele hevur nú verið virkin í 14 mánaðir. Ikki kann sigast annað, enn at skipanin hevur verið væl móttikin - hesar 14 mánaðirnar hava nærum 5.000 føroyingar valt at fáa sær GSM. Fyri at gera okkurt eyka burturúr, fer Føroya Tele at geva felaga nr. 5.000 ein flogferðaseðil til Danmarkar.
Fyri Føroya Tele hevur tann góða móttøkan av GSM merkt, at útbyggingarnar kundu fremjast fyrr enn upprunaliga ætlað. Longu tíðliga í summar var útbyggingin, sum varð ætlað fyri alt árið 1999, liðug, og í vetur hava fleiri útbyggingar verið framdar, har tað hevur víst seg, at sambandið kundi verið betri, t.d. yvir við Strond, í Hósvík og á Porkerisnesi. Hetta seinasta hevur við sær, at nú virkar GSM fartelefonin á nærum øllum vegastrekkinum millum Vág og Tvøroyri. Hesar útbyggingarnar var annars ikki ætlanin at fara undir fyrr enn í komandi ári. Dagførd útbreiðslukort eru at finna inni á www.tele.fo/telefoni/Fartelefoni/GSM/.
Fyri kundan hevur tann góða móttøkan av GSM merkt lægri samtalugjøld. Tá GSM-skipanin byrjaði í oktober í fjør, var gjaldið fyri at ringja við eini GSM fartelefon 3,50 kr. um minuttin. Hetta gjaldið er síðani lækkað 2 ferðir, fyrstu ferð í sambandi við at uppringingargjøld vórðu sett í verk tann 1. juni í ár, tá gjaldið lækkaði niður í 3,30 kr. og aðru ferð 1. des., tá samtalugjaldið lækkaði niður í 2,80 kr. Tey nevndu gjøldini eru øll daggjøld; kvøld- og náttargjøldini eru helmingur av daggjøldunum. Komandi ár verða væntandi aftur lækkingar gjørdar í gjøldunum.
Eisini er tað vorðið ólíka lættari at útvega sær eina GSM fartelefon, tí tey flestu sølustøð, sum selja GSM fartelefonir, selja SIM-kort, soleiðis at telefonin virkar í tí løtu, hon verður keypt. SIM-kortið (Subscriber Identity Module) er lykilin til GSM fartelefonina og er neyðugt, fyri at telefonin skal virka.
GSM-haldið gevur ikki bert atgongd til kervið hjá Føroya Tele. Eisini eru gjørdar samstarvsavtalur við aðrar kervisveitarar. Tann 1. des. vóru avtalur við veitarar í hesum londum: Danmark, Norra, Svøríki, Ísland, Finnland, Ongland, Belgia, Sveits, Eysturríki, Luksemborg, Italia, Pólland, Rumenia, Tjekkia, Portugal, Ísrael, Turkaland, Russland og Hong Kong. Tað koma støðugt fleiri avtalur, og hesar verða lýstar í útvarpinum so hvørt.
Eru spurningar, eru tit vælkomin at venda tykkum til Poul Henrik Poulsen ella Andras Róin.
Vinaliga
Annika Johansen Marknaðardeildin