FJARSKIFTI
Tað gongur gott hjá Føroya Tele. Árið 2001 gav felagnum 53 mió. kr í yvirskoti. Hetta er reint yvirskot, eftir at tað er sett av til skatt og 1,8 mió kr. eru goldnar til landskassan fyri konsessión og rakstur av fjarskiftiseftirlitinum.
Hesar 53 mió geva Føroya Tele sítt besta úrslit í 96 ára søguni hjá fyritøkuni. Árið 2000 gav Føroya Tele góðar 30 mió. at leggja afturat egingpeninginum.
Í tíðindaskrivi sigur Føroya Tele, at felagið hevur fingið so gott ovurstórt yvirskot, hóast lækkingar hava verið á prísunum.
Andras Róin, stjóri í Føroya Tele, fegnast sjálvsagt um góða úrslitið. Hann sigur seg vera serliga fegnan um, at teir høvdu eitt so gott úrslti, tá nú kapping eisini er á fjarskiftismarknaðinum.
Andras Róin sigur seg serliga fegnast um, at fyritøkuna er vorðin so væl konsoliderað.
?Fyritøkan hevur havt eina skuld omanfyri 300 mió, og nú nærkast henda skuldin hundrað milliónum, og vit hava sera góð lyklatøk at vísa til, sigur Andras Róin.
Hann roknar ikki við størri yvirskotið fyri 2002. Hann heldur, at tað í mesta lagi verður eins gott fyri 2002. Millum orsøkirnar til hetta er, at Føroya Tele stendur frammanfyri íløgum hetta árið, sum fara at táttað í tær 100 mió.
?Tað góða úrslitið hevur styrkt felagið munandi, og eru umstøðurnar samsvarandi betri at fremja størru íløgurnar, sum standa fyri framman. Nevnast kunnu íløgur í fastnetið og fartelefoni innanlands, í IP tøknifrøði í fjarskiftissambandið við útheimin, í nýggjar tænastur og nýggj virkisøki, í nýtt høvuðssæti og í framkomnar KT- og EDV loysnir, sigur Føroya Tele í tíðindaskrivi.
Nettosølan hjá Føroya Tele hækkaði við 14% úr 242,1 mió. til 276, 0 mió. í 2001.
Stóra yvirskotið hjá Føroya Tele sæst serliga á GSM-økinum. 57,5% av føroyingum nýta fartelefon dag. Við árslok var hetta talið 52%. Kundatalið hjá Føroya Tele er voksið munandi; 9.000 kundar eru lagdar afturat seinasta árið; 7.500 í í 2001 og einir trýtusund higartil í ár.
Á GSM-økinum hevur Føroya Tele sum er ongan at kappast við. Kall hevur boðað frá, at teir ætlað at koma við einum alternativi til Føroya Tele á GSM-økinum í ár. Og tað má sigast, at Føroya Tele ger sær dælt av støðuni. Inntøkurnar táttað í 70 mió fyri 2001, harafturímóti vóru inntøkurnar 50 milliónir í 2000, og hetta er ein vøkstur uppá 40%. Tørvurin hjá føroyingum at tosa í fartelefon er sostatt veksandi. Spurningurin er bara, nær marknaðurin verður mettaður.
Taksturin á GSM-haldum er eisini farin niður seinasta árið, soleiðis at vanligi prísurin nú er 1,90 kr. um minuttin um dagin, men hetta hevur ikki nervað ársúrslitið hjá Føroya Tele, sum nú altso hevði sítt besta ár nakrantíð í fjør.
Vinningsbýti
Tað er landsstýrið/landið, sum eigur gamla Telefonverk Føroya Løgtings, nú Føroya Tele. Hesin partaeigarin fær 3 mió í vinningsbýtið fyri árið 2001. Restin verður lagt afturat partapeninginum, sum nú verður 207,7 mió.
Andras Róin heldur ikki, at hetta er ov lítið at lata í vinningsbýtið. Hann vísir á, at teir eisini gjalda konsessión og Fjarskiftiseftirlitið.
Teir hava harumframt set 12,4 mió av til skatt. Endalig avgerð verður tikin á aðalfundinum hjá Føroya Tele, sum verður hildin 18. apríl, men tað skal vera ógvuliga løgið, um ætlanin hjá nevndini ikki verður samtykt.
Í betra endanum
Føroya Tele er tann seinasta í einari røð av fyritøkum ella stovni, sum hevur víst á metúrslit fyri 2001. Føroya Banki hevði eitt yvirskot, áðrenn skatt, áljóðandi 210 mió. kr. Eftir skatt varð hetta talið til 168 mió. kr. Føroya Tele og Føroya Banki plaga liggja á ovastu rókunum yvir føroyskar fyritøkur, og tað sær eisini soleiðis út fyri árið 2001. Føroya Sparikassi, ið nú verður partafelag, kundi fyri 2001vísa á 73 mió fyri skatt og 58 mió. eftir skatt.
Hetta gevur alt eina greiða ábending um støðuna í samfelagnum. Tað er bert Føroya Sparikassi av hesum trimum fyritøkum, sum roknar við enn størri avlopið í 2001.
Bæði Føroya Banki og Føroya Tele hava eisini verið inni í myndini, tá tosað hevur verið um privatisering.
Andras Róin tilskilar, at hetta fult og heilt er ein politisk avgerð, men teir hava áður givið til kennar, at leiðslan ikki hevur so nógv ímóti, at Føroya Tele fer partvíst ella heilt á privatar hendur.
Andras sigur seg hava merkt, at tað er áhugi fyri at keypa í øllum førum part av Føroya Tele. Hann sigur, at tað er ein eitt ávíst fyrireikingararbeiði gjørt, men arbeiðið við at gera eitt endaligt prospekt er ikki gjørt enn. Hetta skyldast, at landsins myndugleikar ikki hava gjørt greitt, hvussu eitt tílíkt skal gerast.
Andras Róin sigur seg roknað við, at Føroya Tele kundi verið klárt til privatisering eftir hálvum árið, um tað skuldi verið. Varð avgerðin tikin nú, so hevði verið klárt at privatisera í endanum av árinum, sigur Andras Róin at enda.