Guð er eingin erkvisin bókhaldari

PRÆDIKA. »Tað er spell, at evangeliini í dag verða brúkt sum amboð móti meðmenniskjum okkara«. Soleiðis tók Ólavur Rasmussen, prestur, saman um boðskap sín í prædikuni á jóansøku í Vági.

Tey ortodoksu kristnu fingu av álvara ein frammaná, tá ið Ólavur Rasmussen fór á prædikustólin í Vágs Kirkju sunnudagin á jóansøku.

Greiða og ítøkiliga prædikan hjá hvalbiarpresti rein djúpt við kirkjufólk og vágbingar annars, sum høvdu útvarpslurtið tendrað í køkum, stovum og sólgyltum túnum. Prædikan elvdi sumtstaðni í Vági til prát og orðaskifti um, hvat ið kristindómurin júst snýr seg um. Sambært kirkjufólk á staðnum, tyktist semja vera um, at Ólavur Rasmussen hevði sagt tað, ið tey sjálvi hildu, men bara ikki høvdu orð fyri. Og at hann hevði dugað at sagt tað á ein sera góðan hátt.

Prædikan varð ikki hildin at vera hvøss, men heldur ein hjartalig og meira skemtingarsom uppgerð við nýggja afturhaldssinnaða rákið í føroysku fólkakirjuni.


Góða undirtøku

Orðini hjá Ólavi Rasmussen spruttu úr líknilisinum um ríka mann, sum til ber at lesa um í Lukasarevangeliinum. Teksturin var til 1. sunnudag eftir Trinitatis.

Ólavur Rasmussen, prestur, sigur tað vera umráðandi, at gera vart við, at kirkjan umboðar rákið, sum byggir á næstrakærleika og humanistismuna hjá Jesusi.

Eftir sjáldsomu prædikuna hava fleiri fólk sett seg í samband við Ólav, og øll hava tikið undir við boðskapinum í prædikuni.

- Eisini gomul missiónsfólk í Vági takkaðu fyri orðini, sigur Ólavur Rasmussen, sum hevur arbeitt óvanliga leingi við prædikuni.

Her prenta vit prædikuna í heilum líki:

 

 

Jóansøkuprædika ár 2000 


Tað eru nógvir mátar at lesa Bíbliuna uppá. Helst líka nógvir, sum tað eru borgarar í landinum.

Men í kristnu søguni, eru tað grundleggjandi

tveir mátar at lesa hana uppá: annar er at lesa hana sum ein turran lógartekst, ið verður brúktur ímóti meðmenniskjum; hin er at lesa hana sum tann gleðiliga boðskapin, ið endurskapar lív og felagsskap millum menniskju. Stutt sagt: tað er lógin mótvegis kærleikanum, tað er Jesus mótvegis tí kalda bókstavinum.

Jesus ger sjálvur, ferð eftir ferð, upp við lógarátrúnaðin, sum hann beinleiðis sigur vera eina hóttan mótvegis menniskjanum; hann vil t.d. heldur bróta sabbatina og bjarga lívið, enn at gera sambært lógunum í Gamla Testamenti og virða sabbatina og lata lív fara; hann vil heldur nerta við ein spitalskan og geva hesum lív og felagsskap, enn at gera sambært lógunum í Gamla Testamenti og halda seg burtur frá tí spitalska - tí skitna menniskjanum - tátíðar AIDS-sjúklinginum. Hann vil heldur taka smábørnini í favn og vælsigna tey, enn at gera sambært lógunum í Gamla Testamenti og halda fingrarnar burtur frá dálkaðum, syndugum verum.

Øll henda protestin hjá Jesusi mótvegis sjálvrættvísu, lívskøvandi lógarreligiónini kann samanfatast í einum setningi: »Tann, ið reinur er, hann kasti tann fyrsta steinin«.

 


Onkursvegna havi eg illgruna um, at okkurt býr undir hjá teimum, sum altíð hava svar uppá, hvussu Várharra vigar meðmenniskjað á

himmalsins vágskál; ein illgruna um, at tey ikki halda Várharra vera nóg góðan, hann er ikki nóg strangur, hann hevur ov lætt við at taka

ímóti menniskjum við opnum ørmum - hann dugir ikki nóg væl at sortera.

 


Vit liva í dag í einum samfelag, sum í mangar mátar er kalt og kyniskt. Pengavirði er eftirhondini tað einasta felagsvirðið, sum eftir er. Tað er

ikki so nógv ein spurningur um, hvør tú ert, sum ein spurningur um, hvussu nógv tú eigur í bankaboksini, sum avger, hvussu nógv virði tú

hevur sum menniskja í samfelagnum.

Og tess meira vit í blindum góðtaka pengavirði sum tað einasta felagsvirði, mannaættin hevur eftir, tess meira umráðandi er tað við einum boðskapi, sum spreingir øll materialistisk mørk; einum boðskapi, sum rópar út í heimin, út í oyðimørkina, at eitt virði ber yvir øllum: At lívið er heilagt, tí at tað er skapað av Guði. At uttan kærleikan, uttan grundleggjandi viðurkenning av hvørjum øðrum, doyr menniskjað.

 


Tað er hetta, dagsins tekstur snýr seg um. Tann ríki maðurin livir bert fyri sínar egnu sakir. Hann slaktar meðmenniskjað á egoistiska og

sjálvrættvísa altarinum. Lukas ger púra greitt, at henda áskoðan ber ongum lívi uppi. Tvørturímóti: henda áskoðan leggur lívið í oyði.

Ein djúpur ironiskur týdningur liggur í orðalagnum hjá Lukasi. Eg ivist ikki í, at ríki maður hevur verið ein trúgvur gestur í halgidóminum,

hann hevur enntá takkað Guði fyri sítt ríkidømi, tí hann førir samtalu við sína egnu sál og hann samgleðist enntá við sína egnu sál um, at hon

hevur nóg mikið niðurundir í nógv ár fram. Ríki maður tosar við sínar pengar, sum vóru teir Guð.

Men har er hvørki pláss fyri Guðs kærleika ella næstrakærleika. Tað er tann ironiska tragedian, lívslygnin.

 


Eitt tað mest bíbilska ævintýrið í heimsbókmentunum, er ævintýrið hjá H.C. Andersen um tann nakna keisaran. Tað gongur uppá stás hjá

keisaranum og mannfjøldini, sum heiðrar hann, til drongurin rópar: »Hann er nakin...«.

 Hetta er nærum ein fullkomin mynd av dagsins teksti. Í orðingini: »Tín dári!« avdúkar Lukas, at ríki maður, bæði innan og uttan, er nakin.

 

Tað er ein bíbilskur tanki, at lívið er nakið. Eins nakin, vit koma úr móðurlívi, eins nakin fara vit úr aftur lívinum. Hetta er galdandi fyri øll, høg sum lág. Og tað er eisini ein bíbilskur tanki, at teir størstu klovnarnir, sum ganga á tveimum beinum, eru tey, sum halda seg vera fínari ella betri enn hini.

Hetta er eisini eitt tema, sum gongur sum ein reyður tráður gjøgnum Halgubók.

 

Kristni heimspekingurin, Søren Kierkegaard, er kanska tann, sum hevur spælt mest upp á hesar tangentarnar í bíbliuni. Og tað er ikki minst Lukas evangeliið, sum hevur givið Kierkegaard íblástur, tí at fáur hevur sum Lukas avdúkað ta naknu sjálvgleðina. Bøkurnar hjá

heimspekinginum Kierkegaard yða í láturligum persónum, sum dúva á lívslygnir og følsk virði.

Í dagbókunum hjá sær filosoferar Kierkegaard um slíkt, sum honum er fyri í gerandisdegnum. Eitt nú, tá ið hann á Vestara Kirkjugarði í Keypmannahavn, har hann plagdi at ganga túr, fekk eyga á ein gravstein, sum avdúkaði, at tað ikki var hvør sum helst, ið har lá. Kierkegaard kendi mannin, og visti, at hann var tiltikin óður eftir jørð, ella jarðarspekulantur, sum Kierkegaard kallar tað. Men maðurin var eisini ein frommur harri, sum í sínum borgarliga lívi hevði røkt tey fínastu embætini í juridiska hierarkinum. So gravsteinurin var avtaglaður í titlum. Hetta er akkurát nakað fyri Kierkegaard; tann láturligi borgarin, sum ikki vil viðurkenna sítt nakni, men tekur titlarnar við sær í grøvina. Tá Kierkegaard kemur heim skrivar hann í dagbókina: Her hvílir háháttvirdi, losjulimur av hægstu grad, av Fríðriki kongi 7. til riddara sligni hægstarættardómari N.N. Og so skoytir Kierkegaard uppí, við sínum spíska penni: »Meðan hann livdi, hevði hann ikki annað enn mold millum oyruni, »og det har han stadigvæk...« 

 

Tað stutta av tí langa er, at vit eru øll í sama báti. Vit fáa einki við okkum í grøvina, tí har fara vit líka so nakin, sum tá vit komu úr

móðurlívi. Sagt bíbilskt, so setir hetta okkum øll upp á pláss. Hetta staðfestir, at tað er so óendaliga stórur munur á Guði og menniskjanum, at eingin hevur loyvi at seta seg sum kíla millum tað einstaka menniskja og Várharra; hetta kann ikki staðfestast nóg ofta, serliga í hesum tíðum, nú summi eru so skuffaði av, at Guðs hús er opið fyri øllum menniskjum.

 

Er tað nakað, sum Nýggja Testamentið snýr seg um, er tað nakað, sum skapar øsing, tá Jesus Kristus virkar her á jørð, so er tað tá hann brýtur niður slíkar fundamentalistiskar sannleikar, sum jødisku prestarnir brúktu mótvegis meðmenniskjunum, sum ikki hildu, hugsaðu og vóru sum teir.

 

Lukas evangelistur leggur ikki fingrarnar ímillum. Tú hoyrir ein mann, sum tosar við einum klókum hjarta, heldur enn einum køldum heila.

Tú fert inn í eina verð, sum er stór, har er rúm fyri øllum tankum og kenslum, tú hoyrir allatíðina ekkóið av Lukasi, at alt tað trongskygda og sjálvrættvísa oyðileggur og bindur niður samskiftið millum menniskju, sum ríki maður er dømi um. Lukas evangelistur er sannførdur í sínum hjarta um, at uttan ein kærleiksfullan Guð steðgaði alt lívið upp.

Tú sært allatíðina, hvussu neyðugt tað er at gera upp við allar fundamentalistiskar áskoðanir, sum byrgja lívið inni í lógum og paragrafum. Lukas evangelistur vísir allatíðina á, at Jesus setti lívið og kærleikan til meðmenniskjað hægri enn lógirnar. Lógirnar eksistera snøgt sagt ikki í hesum evangeliinum, tí at lívið er alt ov fínt og viðkvæmt, til at tað kann setast upp í paragrafir. Og lívið er eisini alt ov stórt til at tað kann minkast niður til at snúgva seg um allar møguligar reglugerðir, sum jødiskir fundamentalistar gingu so høgt uppí. Reglugerðir, sum serliga høvdu til endamáls at binda niður og stoyta meðmenniskju frá sær.

Og so tað heilt grundleggjandi hjá Lukasi, at letur tú lívið upp í hendurnar á fundamentalistum og teirra lógartrúgv, so gert tú Guð ov lítlan, alt ov ússaligan, tú reduserar í roynd og veru Guð til ein erkvisnan bókhaldara. Og er tað nakað, sum Guð ikki er, so er tað tað.  

Ríki maður vildi so fegin redusera Guð til ein bókhaldara - men tað miseydnaðist sjálvsagt.

 

»Soleiðis gongst tí, sum savnar sær ríkidømi og ikki er ríkur í Guði«. Bíbilska vendingin »at vera ríkur í Guði« hevur ein bæði hátíðarligan og jarðbundnan týdning. Ein stillføran týdning, kunnu vit kanska siga. Tað er aftur hesin stóri heimurin, sum letur sinnið upp - sum opnar tær naknu kenslurnar, tann nakna longsulin eftir fyrigeving, sáttan og felagsskapi - og letur alt tað ókenda upp í Guðs livandi hendur. Henda

ótømandi keldan, sum vit øll eru partur av, líkamikið hvørji vit eru, ella hvussu vit eru.

Í hesum goymist tann eyðmjúka og vakra barnatrúgvin, sum eg haldi, vit øll, tá ið á stendur, í okkara loynikømurum, leingjast eftir.

 

Lat meg so enda við at siga, at Lukas evangelistur leggur ovurstóran dent á, at Guðs fyrigevandi kærleiki eigur at síggjast aftur í okkara

viðurskiftum við meðmenniskjað. Tað er eisini boðskapurin í hesi frásøgnini.

Tí er tað so mikið meira spell, at evangeliini í dag verða brúkt sum amboð móti meðmenniskjum okkara. Amen.


Ólavur Rasmussen, prestur