Guðmundur vann ársins fyrstu tíðarsúkkling

Tórshavnar Súkklufelag, TSF, skipaði fyri einari tíðarsúkkling sunnudagin 5. mars kl. 13.15.
Súkklast skuldi ein teinur upp á 30 km úr Havnini til Kaldbaks og aftur. Tá byrjað var at gera klárt fór at kava so illa, at í tveimum støðum, á Sundi og í Kaldbak, var so nógvur kavi, at ikki var ráðiligt at súkkla har. Skal ein fáast við útiítrótt í Føroyum, so er altíð at hava eina plan B klára, og súkkluleiðin bleiv broytt, soleiðis at súkklað bleiv millum rundkoyringarnar Skansin – Svimjihøllin – Hvítanes. Henda leið bleiv súkklað 3 ferðir, uml. 28 km tilsamans. Tá byrjað verður í tíðarsúkkling, er ein minuttur millum hvønn súkklaran, og ikki er loyvt at leggja seg í læ av einum øðrum súkklara. Altso mann móti manni.

Guðmundur bestur
Tveir unglingar og átta vaksnir menn bjóðaðu seg fram at kappast. Annar ungligurin, Jóannis Albert Nielsen, bað um loyvi at súkkla millum teir vaksnu, tí teir súkklaðu longri. Hetta bleiv sjálvandi játtað honum, og tí bleiv yngri bróðurin, Tóri Nielsen, einsamallur unglingur. Unglingar skuldu súkkla teinin tvær ferðir. Væl gekst hjá báðum. Tóri hevði bara seg sjálvan at kappast við, meðan Jóannis Albert súkklaði seg mitt í rúgvuna av teimum vaksnu. Bara Oyggjaleikasúkklarar vóru framman fyri hann.
Hjá monnunum var tað ikki ávæntað Guðmundur Joensen, ið beinan vegin legði seg í oddin við Gunnari Dahl Olsen og Andrassi Joensen á næstu plássinum. Hensan støðan helt sær allan teinin.

Úrslitið:

Unglingar:
Nr
Navn
umfar
umfar
Samlað úrslit
1
Tóri Nielsen
20.15
22.07
42.22

Menn:
Nr
Navn
umfar
umfar
umfar
Samlað úrslit
1
Guðmundur Joensen
14.53
15.20
15.38
45.51
2
Gunnar D Olsen
15.28
15.57
16.07
47.32
3
Andrass Joensen
16.13
16.36
16.28
49.17
4
Morten Hansen
16.19
16.38
16.21
49.18
5
Kjartan Egholm
17.06
16.41
17.55
51.42
6
Jóannis A Nielsen
16.56
17.19
17.31
51.46
7
Mikkel Hovman
17.55
16.59
17.22
53.18
8
Høgni R Øster
18.57
19.35
19.22
57.54
9
Aksel Haraldsen
19.44
21.04
21.04
1.01.52