Guðrið bjóðar til eykakonsert

Útgávukonsertin hjá Guðrið Hansdóttir, sum verður í Sjónleikarhúsinum í annaðkvøld, er útseld. Tí verður eykakonsert tveir tímar seinni, klokkan 22 Útselt er til útgávukonsertina við Guðrið Hansdóttir leygarkvøldið 13. juni kl 20. Tí verður eykakonsert seinni sama kvøld, klokkan 22 í Sjónleikarhúsinum.

Leygarkvøldið klokkan 20 fer Guðrið Hansdóttir at hava útgávukonsert í sjónleikarhúsinum. Nýggja fløgan The Sky is Opening kom út síðsta fríggjadag, og hava løgini sum I Defy og Walk With Me verið nógv at hoyrt í Kringvarpinum síðan fløgan kom út. Leygarkvøldið fer Guðrið at framføra nýggju løgini, og við sær hevur hon nakrar av landsins bestu tónleikarum. Nevnast kunnu Mikael Blak, Magnus Johannesen, Leivur Thomsen, Líggjas Olsen, Flóvin E. Viderø, Tóri Restorf, Rebekka Blak, Bernharður Wilkinson, Ása Wraae og Ólavur Olsen.

Heiðrik á Heygum fer at hita upp og fer hann at framføra nýggj løg av síni komandi útgávu. Atgongumerki fáast á MESS skrivstovuni í Niels Finsensgøtu og í Expert í SMS.