Guðrið er nr. 1

Seinastu sjey vikurnar hevur tónleikalegendan Bruce Springsteen ligið sum nr. 1 á 15 teimum bestu við lagnum ?Radio Nowhere?. Leygardagin megnaði Guðrið Hansdóttir tó at yvirtaka fyrsta plássið.

 

Fyrsta fløgan hjá Guðrið hevur verið nógv róst seinastu mánaðirnir og nú liggur hon enn eina ferð ovast á hittlistanum 15 teimum bestu við einum lagi av fløguni. Bruce Springsteen, sum hevur klárað seg stak væl á 15 teimum bestu seinastu vikurnar, liggur tí á 2. plássi hesa vikuna.

Á triðja plássi hesa vikuna finna vit eisini eitt føroyskt navn. Lizzie hevur nevniliga megnað at flutt seg heili átta pláss upp á listanum hesa vikuna frá einum 11. plássi við lagnum ?Ramt i natten?.