R&G Learn Music eitur tónleikaátakið, sum Guðrið Hansdóttir og unnusti hennara Regin Dalsgaard hava sett ígongd í Kambodja. Tey hava sett ein tónleikaskúla á stovn, keypt gittarar og sett ein tónleikalærara í fulltíðarstarv. Á tónleikaskúlanum fáa eini 50 børn møguleika at læra gittarspæl. Verkætlanin fer fram á staðnum Siem Reap í samstarvi við kirkjuna á staðnum.
- Tað var tankin um at geva børnum ein møguleika at fáast við tónleik, sum fekk okkum til at taka hetta stig, sigur Guðrið Hansdóttir, sum við komandi hjúnafelagnum Regini W. Dalsgaard hevur ment og tikið stig til hetta tiltak, ið eisini leggur dent á at førleikamenna børnini, so at tey kunnu fáa eina betri tilveru í einum landi, har framtíðarútlitini eru ómetaliga døpur.
- Sjálv havi eg frá barnsbeini havt ómetaliga stóra gleði av mínum tónleikavirksemi, og vónandi kunnu hesi børnini eisini fáa okkurt burturúr tónleikaundirvísingini, sigur Guðrið, sum í hesum døgum hevur úr at gera. Ein ferð til USA stendur fyri framman, og síðani skulu hon og Regin giftast.
Føroyingurin, Reimund Langgaard, arbeiðir sum volontørur fyri Heimamissiónini hjá Siem Reap Ministries, og hann letur heilsa, at spenningurin um nýggju verkætlanina er sera stórur, og væntar hann, at nógv fara at taka av ókeypis tilboðnum um guitarundirvísing.
Fyri umleið tveimum árum síðan gjørdi Heimamissiónin av at fokusera uppá eitt missiónsøki, og gera eyka stóran mun har, heldur enn at verða virkin í fleiri ymsum londum. Fyrsta landið, sum Heimamissiónin valdi at seta fokus á, var Kambodja.