Tað kom ikki sørt óvart á Guðrið Helmsdal, tá týski útgevarin Paul Albert Kleinert vendi sær til hana, og bað um loyvi at geva eitt úrval av hennara yrkingum út á týskum.
- Eg skilti ongantíð heilt, hvaðan hesin nýggi áhugin fyri mínum yrkingum stavaði. Men hetta er avgjørt stuttligt og áhugavert, sigur Guðrið, sum hevur givið yrkingasavninum heitið Stjørnuakrar ella Sternenfelder á týskum. Nýggja savnið kemur út um miðjan mei mánað.
Tvímálsligt savn
Stjørnuakrar-Sternenfelder er eitt tvímálsligt savn við 18 yrkingum, har teksturin bæði er á føroyskum og í týskari týðing. Yrkingarnar eru úr søvnunum Lýtt Lot (1963) og Morgun í mars (1971) umframt nakrar, ið áður bert hava verið á prenti í bløðum og tíðarritum. Tað er Guðrið sjálv, sum hevur valt yrkingarnar, meðan Anette L. M. Nielsen hevur týtt. Anette er týsk, men hevur búð í Føroyum í meir enn 20 ár, og Guðrið dylur ikki yvir, at hon kennir seg sera hepna at tað var júst Anette, sum fekk uppgávuna at týða yrkingarnar.
- Anette hevur tikið tað føroyska til sín á ein hátt, so hon lætt fær ímynda sær huglagið í yrkingunum, sum ofta taka støðið náttúruni, veðurlagnum og árstíðunum. Hartil er hon sera musikalsk og fangar tí sera væl rútmuna í tekstinum, sigur Guðrið.
Framvegis nýskapandi
Tað var umvegis týska/føroyska felagið Tjaldur, Anette fekk fyrispurningin um at týða nakrar yrkingar eftir Guðrið Helmsdal til nýggja savnið. Sjálv hevur Anette altíð verið hugtikin av yrkingunum hjá Guðrið og helt tí uppgávuna ljóða ógvuliga spennandi. Og hon skilur væl, hví júst yrkingarnar hjá Guðrið hava vakt serligan áhuga.
- Tað er nakað lætt og fínligt yvir yrkingunum hjá Guðrið ein máti at mana fram hugløg, sum eg ikki havi sæð hjá øðrum føroyskum yrkjarum. Eisini hevur hon eini serlig evni at seta gerandisfyribrigdi inn í ein óvæntaðan samanhang á ein hátt, so tú mest sum sært tey fyri fyrstu ferð, sigur Anette. Hon ásannar, at tað ikki altíð hevur verið so lætt at raka júst tað rætta huglagsberandi orðið á týskum, og at hon hevur arbeitt nógv við at endurskapa litríka málið og serligu rútmuna í yrkingunum.
Yrkingasøvnini Lýtt Lot og Morgun í mars góvu í 1974 Guðrið Helmsdal virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Í grundgevingini varð millum annað sagt, at við hesum søvnunum hevur yrkjarin reiðiliga brotið slóð fyri kvinnuligum skaldskapi, og at hon hevur ført okkum ein nýggjan strong inn í føroyskan skaldskap.. Men hóast meir enn 40 ár eru liðin, síðani Guðrið Helmsdal gjørdi vart við seg sum ein av fyrstu veruliga modernaðu føroysku yrkjararnum, heldur Anette tað nýskapandi framvegis vera eitt eyðkenni við yrkingunum.
- Tað eru meir enn 30 ár millum tað elstu og tað nýggjastu yrkingina í savninum, og tað er týðiligt, at ein broyting fer fram. Her er tað serliga áhugavert at fylgja menniningini hjá yrkjaranum, har hon støðugt endurnýggjar seg sjálva, sigur Anette.
Eisini at fáa í Føroyum
Stjørnuakrar Sternenfelder verður givin út í Berlin, men verður eisini at fáa til keyps í Føroyum. Anette hevur fyrr gjørt týðingar, ið eisini hava verið seldar í Føroyum, og veit hon av royndum, at slíkar útgávur eru serliga væl umtóktar millum ferðafólk. Men eisini fyri føroyingar er hetta eitt áhugavert savn, heldur hon, millum annað tí Lýtt lot langt síðani er útseld frá forlagnum, og tí fleiri av hinum yrkingunum ikki hava verið útgivnar fyrr.
Hóast tey bæði einastu søvnini, Guðrið Helmsdal gav út, vórðu virðislønt, hevði hon ikki sjálv tær stóru ambitiónirnar við síni yrking.
- Tíðirnar vóru øðrvísi tá, og eg sá tað nokk ongantíð av álvara sum ein møguleika at gerast høvundur burturav. Kanska tað hevði verið øðrvísi í dag, grunar Guðrið, sum er spent at síggja, um yrkingarnar framvegis kunnu vekja áhuga. Sjálv ímyndar hon sær, at tað kundi verið áhugavert at brúkt savnið sum frálærutilfar í týskum á skúlum.
Í sambandi við útgávuna fer Guðrið til Berlin og Leipzig, har hon skal lesa yrkingarnar upp á føroyskum, meðan ein týskur upplesari lesur týðingarnar.
Tað er týska forlagið Projekte-Verlag, sum gevur Stjørnuakrar Sternenfelder út.
Úr savninum Stjørnuakrar - Sternenfelder
Til ein gamlan skyldmann
Uttan fyri tína hurð
glógvar ein
stjørnulind
hesa lýggju sirmvátu heystnátt.
Síggi fyri mær
ein farra av ævinleikabrosi
í tínum smíli.
Juni er sóljumánaðin,
sóljurnar
tær hava
so stutta tíð,segði tú
ein junidag.
Men himmalsins
stjørnuakrar
aftan fyri hellurnar
í tínum túni
manst tú døkk kvøld
hava borið við tær
inn í dreymin.
(Bragi, 30.09.89)
An einen alten Verwandten
Draussen vor deiner Tür
funkelt ein Sternenmeer
in dieser nieselregnerischen, warmen Herbstnacht.
Sehe vor mir
in deinem Lächeln
ein Stück heilige Ewigkeit.
Juni der Monat der Sumpfdotterblume
nur kurze Zeit ist ihnen gegönnt,
sagtest du
einmal im Juni.
Die himmlischen Sternenfelder
hinter den Klippen
in deinem Hof,
hast du wohl an dunklen Abenden
in deine Träume
miteinbezogen.