Síðani september hevur føroyska songkvinnan Guðrið Hansdóttir verið búsitandi í Íslandi. Hon flutti hagar, tí hon fór á tónleikaskúla, og tí hon vildi royna seg sum tónleikari í Íslandi.
Og tað hevur gingið væl hjá Guðrið.
- Íslendingar hava tikið sera væl ímóti mínum tónleiki. Eg havi spælt nógvar konsertir, tónleikur hjá mær hevur eisini verið spældur í útvarpi, og eg havi eisini selt fitt av fløgum, sigur Guðrið.
Hon hevur havt fleiri framførslur um vikuna, og hon hevur millum annað spælt til størri tiltøk sum Ice Aiwaves og Reykjavík Calling í Seattle.
Millum tær bestu
Nú um dagarnar valdi íslendska Morgunblaðið 10 tær bestu útlendsku fløgurnar í farna ári, og ein av teimum, sum verður tikin burtur úr rúgvuni, er júst fløgan hjá Guðrið.
Arnar Eggert Thoroddsen heldur, at fløgan Beyond The Grey telist millum bestu fløgur, sum eru komnar til Ísland úr útlandinum farna árið.
Hetta fegnast Guðrið sjálvsagt um, og hon fer í næstu viku aftur til Íslands. Í januar og februar mánaði hevur hon fleiri konsertir á skránni, og góða viðmælið hjá Morgunblaðnum fer neyvan at minka um áhugan fyri henni í Íslandi.