Lena Andersen hevur av persónligum orsøkum givið avboð til konsertina í Reinsarínum í kvøld. Men eingin grund er at fella í fátt, tí at Guðrið Hansdóttir er sett inn ístaðin
Í kvøld kl 22 er stóra Mind the Music konsertin í Reinsarínum. Konsertin er hildin í samband við Altjóða Sálarheilsudagin, og bjóðar eina deiliga fjølbroytta skrá av góðum føroyskum bólkum.
Lena Andersen, sum skuldi á pallin á midnátt, hevur givið avboð, men ístaðin kemur Guðrið Hansdóttir ein túr oman við sínum kassagittara at fylla inn fyri Lenu.
Skráin sær tískil soleiðis út nú:
22:00 ? 22:30 Líggjas & Flóvin
22:40 ? 23:10 Kári P
23:20 ? 23:50 Heiðrik á Heygum
00:00 ? 00:30 Guðrið Hansdóttir
00:40 ? 01:10 Tinganest
01:20 ? 01:50 Boys in a Band
Konsertin byrjar sum sagt kl 22 og tað er ókeypis atgongd.