Guðrið Hansdóttir fer at spæla løg av næstu útgávu síni í Sirkus í kvøld. Konsertin byrjar klokkan níggju og tað er ókeypis atgongd.
Guðrið Hansdóttir arbeiðir annars í løtuni við næstu útgávuni, sum kemur út um mánaðarskifti februar-mars næsta ár.
Fyrr í ár framførdi Guðrið Hansdóttir eisini nøkur av nýggju løgunum fyri eini fullsettari Norðuratlantsbryggju í Keypmannahavn, tá hon hitaði upp fyri Hanus. Í kvøld er Norðuratlantsbryggjan skift út við Sirkus í Vágsbotni í Havn, har hon byrjar at spæla klokkan níggju.
Aftaná Guðrið fer Rastamus at diska, boðar Sirkus frá.