Guðrið á tónleikafestivali í Texas

Guðrið Hansdóttir er á hesum døgum í Austin, Texas, har hon skal framføra á størsta tónleikafestivali í Amerika, sum eitur SXSW (South by South West). Yvir 1900 bólkar frá øllum heiminum fara at framføra á 80 ymiskum pallum í býnum.

Umframt at spæla á festivalinum skal Guðrið eisini spæla fleiri konsertir í Austin við bólki. Við sær hevur hon tónleikarar, sum hon kom í samband við síðst hon var í Texas. Við í bólkinum er millum annað Paula Jean Brown, ið er kend frá bólkinum Sparklehorse og Go Go’s.


“Hetta er avgjørt tann størsti møguleikin eg nakrantíð havi fingið í mínari seks ára longu karrieru, og eg eri ógvuliga spent upp á hvussu framførslurnar hjá mær fara at ganga”, sigur Guðrið Hansdóttir úr Texas.


Festivalurin, sum verður hildin á hvørjum ári, verður í døgunum 17. – 21. mars 2010.