Fyri tveimum árum síðani hugtók ein sangfuglur av Tvøroyri. Tað var jóansøka í Vági og tónleikacafé í Stóra Pakkhúsi.
Síðani er føroysk tónleikasøga skrivað, Guðrun Sólja Jacobsen er ikki bert ein vanligur sangfuglur, men føroyska gentan, sum vann kappingina hjá DR, Stjerne for en aften. Og eisini vann hon hjørtuni hjá flestu føroyingum og eisini hjá dønum.
Quiet Storm kallaðist fløgan, sum kom út í kjalarvørrinum av kappingini. Og nú hevur stormurin lagt seg eitt sindur og Guðrun stórtrívist í Danmark.
Hon arbeiðir miðvíst við at geva enn eina fløgu út. Eina fløgu, har hon sjálv er meira við. Og enn hevur hon tilboð og er úti og syngur kring í danska landslagnum. Og síðani hon vann kappingina hjá DR hevur hon veruliga roynt seg, tí henni hevur staðið í boði at syngja við teim stóru á palli og tað hevur hon eisini gjørt, m.a. Stig Rossen og Sanne Salomonsen. Men nú er jóansøka fyri framman og Guðrun verður aftur í Pakkhúsinum á tónleikacafé. Sangfuglurin vitjar aftur og tað eru tað óivað mong, ið fegnast um.