Tað vóru tvær fegnar damur eftir sýningina, tá allir umleið 500 áskoðararnir vóru farnir avstað aftur.
– Eg havi verið púra við síðuna av mær sjálvari hesar seinastu dagarnar, so nú er tað deiligt, at tað er yvirstaðið. Sjálvandi eru altíð onkur ting, sum eg haldi kundu gingið betur, men sum heild eri eg væl nøgd, segði Guðrun Ludvig eftir sýningina. Dagarnir uppundir sýningina vóru hektiskir, og bæði Guðrun og bindikonurnar, hava verið í gongd so at siga allatíðina.
– Tær hava verið so tolnar við mær, og vit hava stríðst og strevast inntil vit fingu tað júst, sum eg vildi hava tað, greiðir Guðrun Ludvig frá.
Menning í sniði og litum
Tað er framvegis hondbundið, og tað er framvegis eitt spæl ímillum tað lætta og feminina og so tað meiri ráa úttrykkið, men tað er eisini týðiligt, at Guðrun&Guðrun hava flutt og ment seg. Tað var sera nógv forvitnisligt at síggja, og sum Guðrun Ludvig sigur, so hevur hon sæð hvørt einasta plagg sum eitt listarverk.
– Tað verða ikki tvær troyggjur, sum verða fullkomiliga eins, tí tað ber ikki til at gera tær akkurát sama slag. Eg havi arbeitt sera nógv við at fáa tað listarliga úttrykkið fram, greiðir hon frá.
– Eg havi havt tvey lyklaorð, sum eg havi havt í huga, meðan eg havi arbeitt við hesi kollektiónini. Eg havi roynt at fingið bæði tað sofistikeraða og tað intellektuella við í myndina. Og so havi eg roynt at fara longur í djúpdina við tí traditionella. Harafturat havi eg eisini nýtt onnur materialir saman við tí vanliga, sigur Guðrun Ludvig, sum tekur sær av sniðgevingini.
Eisini litir sum karrygult og rustreytt eru komnir við í heyst- og vetrar kollektiónina, og tað ráa úttrykkið er komið meiri fram, við nýggjum mynstrum og bindingarháttum.
Aura trein á pallin
Sýningin á Ráðhúsinum byrjaði við, at Aura trein á pallin, og einsamøll við sínum guitara framførdi hon eitt lag, sum hon hevði skrivað til høvið.
Hon var í einum yndisligum, løttum, hvítum kjóla frá Guðrun& Guðrun, og hon skapti eitt heilt serligt og sárbart úttrykk.
Men so skjótt hon var liðug, broyttist tónleikurin, nú vóru tað brádliga bankandi rútmur, leður og tatoveringar í staðin. Mannfólkini vóru í leðurbuksum, meðan kvinnuligu modellirnar fyri tað mesta bert vóru í troyggjum ella kjólum. Hetta gjørdi, at bundnu pløggini av álvara komu í fokus, og tað vóru tey, tú legði merki til.
Til sýningar sum hesar, er tað av alstórum týdningi, at tað eru tey røttu fólkini, sum síggja tær og skriva um tær, og Guðrun og Guðrun vóru sera væl nøgdar við uppmøtingina, tí tað vóru nógvir týðandi mótajournalistar úr øllum heiminum,
Rós til G&G
Eftir sýningina vóru skoðsmálini greið. Guðrun&Guðrun hava nakað heilt serligt, og tær megna at skapa móta, sum bæði er feitur og funktionellur. Tað ber faktiskt til at fara í klæðini – eisini hjá vanligum fólki.
Hóast talan er um gamlan føroyskan sið, so hava Guðrun&Guðrun nú tikið henda sið til eitt altjóða støði.
– Fleiri hava sagt við okkum, at henda sýningin kundi verið sýnd í einum og hvørjum landi, sjálvt London ella New York, tí hon hevur ein altjóða dám. Og tað eru vit jú glaðar fyri at hoyra, tí vit satsa jú serliga upp á marknaðin uttanlands, til dømis Japan, sigur Guðrun Rógvadóttir.
Spurdar, um tær ikki fara at endurtaka showið í Føroyum, svara tær, sum við ein munn, at tað kundi verið stuttligt, men hvussu skal man kunna fáa 500 fólk til Føroya til eina sýning?
– Hetta er ótrúliga nógv lættari, tí umstøðurnar eru her og fólkini eru her, og at halda eina slíka sýning í Føroyum er jú eitt veruligt sats, tí um tað er mjørki, ja, so er alt oyðilagt, vísir Guðrun Rógvadóttir á.