Guðrun harmast vánaligu úrtøkuna hjá KÍF (FM1)

(FM1) Guðrun L. Joensen hjá KÍF var gestur í Flogbóltspanelinum hjá FM1 seinnapartin

##med2##

Guðrun L. Joensen er vónbrotin av vánaligu byrjanini hjá KÍF í meistaradeildini hjá kvinnum í flogbólti hjá kvinnum.

KÍF liggur á einum fjórða plássi við sjey stigum aftaná seks dystir. Fimm stig eru upp til Drátt sum liggur á øðrum plássi.

Seinnapartin í dag var Guðrun L. Joensen hjá KÍF gestur hjá Óla G. Samuelsen í sendingini Flogbóltspanelið á FM1.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina.

(Flogbóltspanelið. Gestur: Guðrun L. Joensen)