TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Guðruna Joensen, liðskipara hjá KÍF aftaná hon saman við liðfeløgunum hevði tapt 1-3 ímóti TB í steypafinaluni.
Guðrun Joensen staðfestir, at tað var rættiliga avgerandi, at TB fekk sítt álopsspæl at rigga, og hann heldur, at tann parturin koyrdi betur enn hjá KÍF, og tær í KÍF høvdu ikki eitt avgerandi móttrekk.
Hóast hon harmast um at hava tapt steypafinaluna, so er Guðrun Joensen fegin um, at kvinnurnar hjá KÍF rukku so langt í kappingini, og hon er glað fyri at hava verið partur av einari steypafinalu.