Í annaðkvøld, hóskvøldið, klokkan 19, fara tey at syngja jólini inn í Sandvík.
Har fáa tey ein serligan gest hesa løtuna, tí tað verður Guðrun Sólja Jacobsen, sum fer at syngja í Sandvíkar Kirkju hetta kvøldið og tað verður eitt høvi, sum ikki býðst so ofta at hoyra hana syngja.
Annars verður luciugongd og felagssangur og tað verður Niclas Sigurheim, deknur, sum lesur jólaevangeliið.
Guðrun Sólja fer at syngja trý sera kend verk, nevniliga Ave Maria, Holy Night og O Come All Ye Faithful
Jens Mortan Mortensen, prestur og orgnanistur, spælir afturvið.
Aftaná eru øll vælkomin í bygdarhúsið, har ein drekkamunnur er at fáa.