Føroyingar stóðu seg betur í ár enn seinast í norðurlendsku juniormeistarakappingini í svimjing sunnudagin.
14 ára gamla Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði sunnukvøldið at seta nýtt føroyskt met og juniormet og gerast norðurlendskur juniormeistari, tá ið hon í 50 metra frísvimjing svam teinin uppá 26.04 sekund. Gamla metið hjá henni frá september var 26.37 sekund.
Cecilia W. Eysturdal úr Ægir vann bronsu í 400 frí og setti nýtt føroyskt juniormet við tíðini 4:22.01. Gamla metið hjá henni frá FM var 4:22.88.
Magnus Jákupsson, Heðin L Olsen og Cecilia Eysturdal fingu heiðursmerki í norðurlensku kappingini fyri juniorar. Magnus vann silvur og setti nýtt føroyskt met og juniormet í 200 rygg við tíðini 1:59.98. Gamla metið hjá honum frá DMK í november var 2:00.71.