- Guð var við mær

Forlagið Gráfelli hevur givið út ta seinnu bókina um vanlukkur í Norðurhøvum.

Tann seinna bókin hjá Árna Joensen, fyrrverandi útvarpsmanni, tekur við, har tann fyrra slepti. Í hes­ari bókini verður sagt frá vanlukkum síðani 1975, og eins og í teirri fyrru er dentur lagdur á føroyskar skipsvanlukkur. Í einum føri er talan um eitt norskt skip, sum føroyingar vóru við, og í tveimum førum verður sagt frá, tá føroysk skip bjargaðu monnum av útlendskum skipum.
Millum skips­vanlukk­ur­nar, sum bókin sigur frá, eru tilburðirnir, tá farma­skipið Star River sakk norð­ur úr Kallinum í oktob­ur í 1982, og tá leir­víks­skipið Guliklettur fórst í innsiglingini á Horna­fjørðinum í Íslandi í desemb­ur í 1992. Eisini verður greitt frá tí, sum hendi, tá oljuskipið Stathav sakk við Hoyvíkshóm í desembur í 1994, og tá strandaskipið Sjóborgin gekk burtur norður úr Mýlingi í apríl í 1998. Hetta sama skipið sakk í havnini í Scrabster fýra ár frammanundan, og tann tilburðurin er eisini í bókini.
Bjargingar
Við úthavsins strendur sigur eisini frá spennandi bjargingum á sjónum. Tey flestu munu hava hoyrt um vanlukkuna, tá russiska farmaskipið Mekanik Tara­sov sakk í ódnarveðri á Flemish Cap í februar í 1982. Klaksvíksskipið Sigurfari beyð sær til at hjálpa, men russiski skiparin segði nei. Løtu seinni sakk russiska skipið, men tað eydnaðist Sigurfaranum at bjarga fimm russiskum sjómonnum á lívi umframt 14 líkum.
Gøtuskipið Tróndur í Gøtu var fyrst á staðið, tá týska garnaskipið Hansa sakk vestan fyri Skotland í mars í 2001. Teir fingu fatur á fýra av manningini, men teir vóru allir deyðir. Gøtumenn fingu eisini eyga á ein fimta, sum eitt norskt skip tók upp. Tað vísti seg, at hann vfar á lívi. Í samrøðu við týska stórblaðið Spiegel segði hann seinni, at Guð hevði verið við sær.
Havnarmaðurin Martin Olsen og argjamaðurin Jo­hannis Johannesen vóru eisini hepnir, tá teir vórðu bjargaðir, eftir at skip teirra, tað norska Bordanes, var sokkið í illveðri. Tann til­burðurin er eisini í bókini.
Nýggja bókin sigur eisini frá vanlukkum við øðrum útlendskum skipum. Ein er frásøgnuin um ein bretskan trolara, sum varð togaður nið­ur av einum stórum kavbáti, og í einum øðrum føri varð ein bretskur trolari ásigldur ikki minni enn tvær ferðir, áðrenn hann sakk.
Við úthavsins strendur kostar 248 krónur og fæst um alt landið. Samstundis hava tey, sum ikki eiga ta fyrru bókina, høvi at ogna sær báðar fyri 398 krónur.