Um vikuskiftið er 4. umfar í Premier League. Í gjár vóru fýra dystir, har heimaliðið vunnu tríggjar av teimum, meðan Leeds United og Manchester City spældu undirhaldandi javnleik á Ellen Road.
Tað var ein dystur millum lærumeistaran, Marcelo Bielsa venjari hjá Leeds, og lærlingin Pep Guardiola. Marcelo Bielsa er ein undangongumaður, tá tað kemur til framrættaðan press-fótbólt og nógvir venjarar hava víst á hann sum eina fyrimynd og ein venjara, sum teir hava fingið íblástur frá.
Í gjár fingu Leeds og Marcelo Bielsa vitjan av Pep Guardiola og Manchester City. Tað endaði við javnleiki 1-1, eftir at gestirnir komu á odda tíðliga í dystinum við máli frá Raheem Sterling. Í seinna hálvleiki javnaði spanski áleyparin, Rodrigo. Tað er sami Rodrigo, sum skoraði tvær ferðir móti Føroyum í 4-0 sigrinum í Gijón í Spania í fjør.
Everton hevur fult stigatal eftir fýra umfør. Tað er komið eitt sindur óvart á, at Everton hevur fingið Carlo Ancelotti til venjara, og í summar hevur lokkað James Rodriguez til felagið. Kolumbiski miðvallarin skoraði tvær ferðir í 4-2 sigrinum á Brighton.
Cheslea hevur havt eitt misjavnt kappingarár, men í gjár gekk væl. Frank Lampard og hansara menn vunnu 4-0 á Crystal Palace. Í seinasta dystinum á degnum vann Newcastle 3-1 á Burnley. Í dag verða seinastu seks dystirnir í 4. umfari.
1 | Everton | 4 | 4 | 0 | 0 | 12:5 | 12 |
2 | Leicester | 3 | 3 | 0 | 0 | 12:4 | 9 |
3 | Liverpool | 3 | 3 | 0 | 0 | 9:4 | 9 |
4 | Chelsea | 4 | 2 | 1 | 1 | 10:6 | 7 |
5 | Leeds | 4 | 2 | 1 | 1 | 9:8 | 7 |
6 | Newcastle | 4 | 2 | 1 | 1 | 6:5 | 7 |
7 | Aston Villa | 2 | 2 | 0 | 0 | 4:0 | 6 |
8 | Arsenal | 3 | 2 | 0 | 1 | 6:4 | 6 |
9 | Crystal Palace | 4 | 2 | 0 | 2 | 5:7 | 6 |
10 | Tottenham | 3 | 1 | 1 | 1 | 6:4 | 4 |
11 | Man City | 3 | 1 | 1 | 1 | 6:7 | 4 |
12 | West Ham | 3 | 1 | 0 | 2 | 5:4 | 3 |
13 | Man Utd | 2 | 1 | 0 | 1 | 4:5 | 3 |
14 | Brighton | 4 | 1 | 0 | 3 | 8:10 | 3 |
15 | Southampton | 3 | 1 | 0 | 2 | 3:6 | 3 |
16 | Wolves | 3 | 1 | 0 | 2 | 3:7 | 3 |
17 | WBA | 3 | 0 | 1 | 2 | 5:11 | 1 |
18 | Sheffield Utd | 3 | 0 | 0 | 3 | 0:4 | 0 |
19 | Burnley | 3 | 0 | 0 | 3 | 3:8 | 0 |
20 | Fulham | 3 | 0 | 0 | 3 | 3:10 | 0 |