Gud er kærleikin

Í viðmerking til tað, sum Ingvør Nolsøe førir fram, sigur Peter O. K. Olofson, at Gud hevur skapað mann og kvinnu at liva saman í hjúnarbandi

Peter O. K Olofson sigur, at um fólk taka undir við samkyndum, so er tað heiðinskapur, tí tað er ein heiðin liviháttur.
- Tað er satt, at Bíblian er ein kærleiksbók. Og at Gud er kærleiki. Tá Hann opinberar, hvat kærleiki er, opinberar Hann, hvør hann er, og hvat kærleiki er. Tað vil siga, at tá vit spyrja, hvat kærleiki er, so hyggja vit ikki inn í okkum sjálvi, men venda okkum til kærleikan sjálvan, sigur Olofson.
Hann heldur fram, at tá Gud sigur, at at stjala, lúgva, ótrúskapur í hjúnarlagi og so framvegis ikki er kærleiki, so nyttar tað onki, at menniskju siga, at tað er tað. Og tað er tað sama galdandi, tá tað kemur til samkynd.
- Um vit spyrja Gud, hvussu vit liva í kærleika. Hann hevur skapað mann og kvinnu at liva saman í hjúnarlagi. Tað lesa við í Kærleiksbókini, sigur Olofson.
Hann sigur eisini, at menniskju døma allatíðina, hvat er rætt ella skeivt. Og um vit onki stavnhald hava, so endar alt við anarki.
- Kristin vita, at vit eru syndarar. Vit koma so lættliga út á eitt síðuspor, og tá er tað so lætt at siga, at tað vit gera, er rætt til egnan fyrimun. Tá er tað, at vit sum kristin leita til Gud og spyrja hann.
Olofson sigur, at øll fólk leita til eitt stað, og øll hava eitt hugburðstað til, hvat er rætt ella skeivt. Og tað staðið, er Bíblian hjá teimum kristnu.
- Líkasum Gud hatar syndina, men elskar syndaran, so mugu vit kristin gera tað sama. og siga vit so ja til eitt nú samkynd, so svíkja vit tann, sum vit elska. Vit lata viðkomandi sigla sín egna sjógv, sigur hann.
At enda sigur Peter O. K. Olofson, at onki stjórnuvald hevur myndugleika til at forkasta Guds vilja.