Í kvøld verður fjóðri parturin av sjónvarpsrøðini Gud Signi Føroyar sendur í Kringvarpinum - hesaferð er tað fólkakirkjan, sum er til viðgerar í sendingini. Røðin er nú komin í helvt, og fjóðri parturin fer at snúgva seg um ymiskleika og ósemjur í fólkakirkjuni.
Hinar tríggir partarnir av sendirøðini vórðu sendi fyri Páskir, og nógv kjak hevur verið í miðlunum og á sosialu miðlunum eftir hvørja sendirøð.
Í Kringvarpinum í morgun segði Heini í Skorini, oddamaðurin handan sendirøðina, at hann fegnast um, at fólk kjakast um sendingarnar. Meningarnar um sendingarnar eru tó ymiskar, og hóast Heini í Skorini hevur fingið nógvar positivar afturmeldingar, so er eru eisini tey, ið eru bæði ill og hørm um at sendingarnar verða vístar.
Heini í Skorini heldur, at tað er umráðandi at lurta eftir øllum kritikki og taka øll sjónarmið við. Sjálvur hevur hann tó ikki luttikið í nógva kjakinum, tí tað hevði verið alt ov tíðarkrevjandi, greiðir hann frá.
- Vit hava eitt lívligt kjak í samfelagnum og á sosialu miðlunum um átrúnað, men í siðbundnu miðlunum hava vit ikki fylgt við í at viðgera átrúnað. Vit miðla eina rúgvu av átrúnaðarligum tilfari, men vit viðgera tað ikki sum vit til dømis gera við politikk. Tí er heldur eingin siðvenja fyri, at miðlarnir gera kritiskan journalistikk um átrúnað, segði Heini í Skorini í samrøðu við Sosialin, tá fyrsta sendingin varð send.
- Vit viðgera dagliga orrustur í mun til politisk viðurskifti, har vit tosa við fólk á báðum síðum av einari ósemju. Men kirkjan og samkomur hava sanniliga eisini stórt vald í samfelagnum, og sersømdir og framíhjárættindi av ymiskum slagi. Tær hava vald bæði á tí einstaka menniskjanum og á samfelagnum sum heild í mun til lóggávu og politikk, segði Heini í Skorini við Sosialin.
- Eg setti mær fyri at taka status á átrúnaðarliga økinum og harvið eisini vísa tær síður, har alt ikki er so ljósareytt og øll ikki eru so samd, segði hann.