A. Guttormur Djurhuus
???????????????????
Bókstavtrúgv á Koran og Bíbliu
Á okkara døgum er vanligt at muslimar, tá spurningar, tað veri seg átrúnaðarligir, moralskir, politiskir ella vísindaligir, stinga seg upp, venda sær til Koranina at fáa svar. Tað kann tykjast okkum løgið at hava so sterka trúgv at halda at ein bók skrivað fyri 1500 árum síðani, kann svara spurningum um líkt og ólíkt í nútíðini. Her skulu vit ansa okkum og ikki gloyma, at her hjá okkum, var fyri ikki langt síðani, vanligt at trúgva bókstaviliga øllum tí sum stendur í Bíbliuni. Eisini tí sum stendur í Gamla Testamenti. Ein so mætur vísindamaður sum Isaac Newton legði stóra orku í at tíðarfesta hendingar við Bíbliuni sum keldu. Í langa tíð var kirkjan við Bíbliuni sum einastu viðurkendu kunnleikakeldu, tí ein forðan fyri framburð innan europeiska náttúruvísind.
Baruch de Spinoza
Í Niðurlondum varð í 1632 borðin í heim maður nevndur, Baruch de Spinoza. Hann var av ríkari jødaætt sum tókst við handilsskap, men hevði ungi Baruch lítlan hug at ganga tann vegin. Hann hevði størri hug til bókina og læs hann dúgliga Bíbliuna og Talmund, umframt jødiskar mystikarar og vesturlendskar heimsspekingar. Hann lærdi at kenna tankarnar hjá Giordani Bruno, sum í árinum 1600 varð tikin av døgum av kikjuni »so humant sum gjørligt og uttan at blóð fleyt«. Við øðrum orðum: hann varð brendur livandi á báli! Men helst var tað René Descartes sum var fremstur í huga hansara. Hin stóri heimspekingurin sum segði:
? Í leitan okkara eftir eini beinari leið til sannleikan, skulu vit ikki takast við nakað, ið vit ikki kunnu fáa somu vissu fyri, sum í aritmetiskum og geometriskum prógvum.
Sum 24 ára gamal verður hann stevndur at møta í synagoguni at verða avhoyrdur og ákærdur av gamlamannaráðnum. Honum varð boðin eitt hampuliga stórt árligt gjald, um hann, í hvussu so er, úteftir, ikki vildi ganga ímóti røttu trúnni. Spinoza tók ikki av, og varð exkommunikeraður.
Aftan á at vera blivin koyrdur úr jødisku samkomuni, vann Spinoza sær til dagligt breyð sum lærari og seinni sum linsumakari. Hann hevði lært til optikara meðan hann enn var limur í jødisku samkomuni. Tað var góð gomul jødisk siðvenja, at allir studentar eisini skuldu læra seg eitt handverk, tí »alt arbeiði dugnar, og ein lærdur sum ikki dugur eitt handverk gerst at enda eitt óvætti«.
Stutt aftan á exkommunikatiónina varð morðroynd framd móti heimsspekinginum av einum rættrúgvandi, sum við dálki í hond vildi týna hin vantrúgvandi. Spinoza slapp undan við einu skeini á hálsinum.
Bert 44 ára gamalur andaðist Spinoza, sum tá leingi hevði verið tuberklasjúkur.
Bíblian ikki Guds orð
Spinoza er ein hin fyrsti sum heldur, at Bíblian ikki beinleiðis skal takast fyri at vera Guds orð, men heldur eitt stríðsrit fyri kristindómin. Sjálv trúarjáttanin og Kristi náttúr varð staðfest so seint sum á kirkjufundinum í Nicaea ár 325 eftir okkara tíðarrokning, har Konstantin hin Stóri, sjálvur vantrúgvandi, var fundarstjóri. Ikki fyrr enn sløk hundrað ár seinni verður endaliga avrátt, hvat av samlaða tilfarinum sum skuldi kanoniserast og takast við í Nýggja Testamenti. Ikki løgið at Spinoza hevur ilt við at góðtaka Bíbliuna fyri Guds orð. Um so var at Bíblian er Guds orð, var ikki tann hópur av andsøgnum í henni, sum tað nú eru, heldur hann.
Guds sanna andlit í náttúruni
Einum er hann tó samdur við nógv tátíðar og nútíðar kristin í. Gud og nátturufyribrigdini eru eitt. At tað er í náttúruni, at Gud vísir sítt sanna andlit. »Men«, skrivar Spinoza, »fólkið heldur at Guds vald og forsjón verða best lýst við løgnum hendingum, sum ganga ímóti tí fatan tey annars hava gjørt sær av náttúruni«.
Tey halda, at Gud er óvirkin, tá alt í náttúruni gongur sína vandu gong, og hinvegin at er Gud virkin tá náttúrumegin og náttúrligar orsøkir eru óvirknar. Á henda hátt fáa tey tvinnar ymiskar orsøkir til eina hending. At Gud er tað ella at náttúrumegin er tað. Um vit nú góðtaka, at undur veruliga henda, skuldi tað merkt, at Gud er tvíbýttur. Vanliga vil alt ganga fyri seg sambært ævigum løgbundnum hendingarmynstri og hinvegin skuldi Gud í einstøkum førum lata hendingarmynstrið ganga ímóti náttúruni og harvið ímóti sínu egnu náttúru.
Undrið
Hesum avvísir Spinoza og vísir á, at undrið er frágreiðing av tí óvitandi til eina hending, tey ikki skilja. Tey undur sum Bíblian sigur frá stava annahvørt frá tá ókendum náttúrufyribrigdum, av at vitnini fóru skeiv ella av skeivari umseting av hebraiska tekstinum.
Eitt undur, skrivar Spinoza, er ein hending, hvørs orsøk ikki kann greinast við náttúrulógum. Men við tað at tað eru vanlig fólk, sum sjálvi døma um, hvat ið er eitt undur, fólk sum ikki hava eina hóming av, hvussu náttúran virkar, kunnu vit tryggt taka sum givið, at fólk fyrr í tíðini, hildu vera undurverk slíkt sum tey ikki megnaðu at greina. Tískil kann neyvan vera nakar ivi um, at nógv av undrunum í Bíbliuni skuldu kunna verðið greind við kendum náttúrulógum.
Bíblian greinar ikki hvørjar náttúrligu orsøkirnar eru til hendingarnar. Tað eru skeivleikar í tí, sum Bíblian sigur um Gud, tí ætlanin við henni er ikki at sannføra skilvitið men hugflogið. Sum frá er liðið hevur tó markið fyri, hvat ið hildið er gjørligt flutt seg. Tað man vera fáur í dag sum heldur, at ein mistur armur ella bein kann veksa útaftur. Vit vita av royndum, at so er ikki. Gud gongur ikki ímóti teimum lógum, sum hann sjálvur hevur skapað! Tí eru undur ikki møgulig.
Bøn og forbøn
Tað er heilt vanligt av trúgvandi at biðja fyri sjúkum og syrgjandi. Tú kann fara í forbøn fyri líkt og ólíkt. Mær er sagt at almennt varð gingið í forbøn fyri at fáa høgan prís fyri útróðrarbát sum skuldi seljast. Hinvegin er keyparin helst farin í bøn fyri at fáa lágan prís, so at hann kundi megna at reka bátin. Ikki er lætt at vera Várharra!
Tað tú ger, tá tú fer í forbøn, er at biðja Gud um at broyta eina gongd, sum hann longu hevur tikið avgerð um. Við ørðum orðum at Gud skal broyta meining. Og við at biðja hann um at broyta sína meining, tí at vit halda okkum vita betur enn hann, biðja vit hann ganga ímóti síni egnu náttúru. Ikki ber hesin hugburður brá av smædni.
Bæði undrið og bønin bera boð um tað antropomorfismu, sum allar heimsreligiónir, uttan møguliga buddisman, eru gjøgnumsúrgaðar av.
Tískil fer bønin og forbønin í sama ruskposa sum undrið.
Lukkutíð fyri okkum!
Samkynd og náttúrunar lóg
Tað hevur verið sagt um tey samkyndu, at tey ganga ímóti lógum náttúrunar, og at tey tí eru kynsvillingar. Við øðrum orðum er tað at vera samkyndur at ganga ímóti Guds náttúru. Sjálvur havi eg hoyrt prest siga, at tað er ímóti náttúrunar lóg og harvið ímóti Guds lóg at vera samkyndur.
Homoseksualitetur millum djór
Áhugavert hevði verið at vita, hvussu statt er við »kynsvillingum« millum djórini, tí tey fáa illa verið annað enn náttúrlig.
Í sagnum og ævintýrum kring heimin verður sagt frá samkyndum djórum. Og leingi varð hildið at hetta fyrifórst bert í sagnum og ævintýrum, men so er ikki. Fyrsta vísindaliga staðfestingin av at djór eru samkynt virkin varð gjørd í 1700-talinum. Seinni eru frágreiðingar sum vátta samkyndan atburð millum djór gjørdar av so frægum djórafrøðingum sum Konrad Lorentz og Desmond Morris. Í dag vita vit, at homoseksualitetur millum djór ikki er nakað óvanligt. Eg havi hoyrt mann bera fram, at samkynd djór og samkynd fólk ikki kunnu berast saman. Harvið vildi hann halda, at kynsliga virksemið millum djór onkursvegna var av øðrum slag enn millum menniskju. Als eingin orsøk er at halda, at so er. Í so máta eru vit ikki petti øðrvísi enn hini djórini.
Helst kunnu orsøkirnar til homuseksualitet flokkast í tríggjar bólkar:
1.Genuinur homoseksualitetur orsakaður av ílegufrábrigdi.
2.Homoseksualitetur sum sosialiseringsfyribrigdi.
3.Homoseksualitetur orsakaður umstøðunum.
Tað eru uttan iva tey sum eru fødd samkynd. Teimum dámar heilt einfalt betur og kenna seg tryggari við tað egna kynið.
Sum sosialiseringsfyribrigdi er homoseksualitetur vanligur millum djór. Tað kann vera fyri at klára seg betur í fylginum ella at hækka í tign. Ikki er orsøk til at halda, at øðrvísi er millum menniskju. Dømi um tað kann vera kynslig samvera millum unglingar og tikomnar menn í gamla Hellas.
At umstøðurnar ofta gera at fólk, fyri eina tíð í hvussu so er, gerast samkynd er væl kennt. Homoseksualitetur í fognslum er vanligur. Sjálvur var eg sum ungur sjómaður og sigldi við skipum sum vóru leingi í sjónum og skipum sum gjørdu stuttar túrar. Umborð á skipum sum gjørdu stuttar túrar upplivdi eg ongantíð at menn vóru samkyndir. Hinvegin var tað ikki óvanligt við samkyndum umborð á langfaraskipum.
Ikki nakað serligt at vera samkyndur
Nógv, eisini samkynd, halda tað vera nakað serligt at vera samkyndur. Eitt frábrigdi tey hava illt at sáttast við hóast tað er so vanligt. Summi halda tað vera bæði skammuligt og syndugt. Men meira skal til enn at vera samkyndur fyri at vera perversur ella kynsvillingur!
Hví summi eru samkynd ella bifil og onnur ikki, hevur nógv verðið hugsað og skrivað um. Ikki eru menn tó komnir til nakra endaliga semju um hví so er. Kanska er svarið so einfalt sum at tað er náttúran sjálv sum kókar yvir av erotikki og girnd og er tað sjálv drívmegin og ein fyritreyt fyri at evolutiónin kann vera virkin. At sex er gott munnu bæði fólk og fæ tó vera samd um. So hví ikki njóta við góðari samvitsku og binda frið.
Um Spinoza hevði livað í dag, og vita tað vit vita um samkynd, hevði hann neyvan verið dømandi, men heldur góðtikið tey samkyndu, sum ein guddómligan part av náttúruni, har Gud vísir sítt sanna andlit.
Tí sum hevur hug at lesa meira um Spinoza verður mælt til at taka niður av alnótini: Bendict De Spinoza, www.iep.utm.edu/s/spinoza.htm Á enskum.
Tí sum hevur hug at lesa meira um samkynd verður mælt til at útvega sær »Forskning och framsteg«, nr. 4, 2003, sum er at fáa á Landsbókasavninum. Á svenskum.