Gudleysa humanisman tolir bara seg sjálva

– Verðsliga humanisman kann gerast ein intolerant einaræðishugsjón, sum ikki tolir annað enn seg sjálva, og sum m.a. hevur til endamáls at banna øllum átrúnaði í almenna rúminum. Samstundis síggja vit eina liberala gudfrøði, sum ger kristindómin til eitt innihaldsleyst sjálvtøkuborð. Tað metir Bergur Debes Joensen, prestur. Hansara missión er at verja “tann klassiska kristindómin”, sum sambært Bergi er hóttur í Evropa og Føroyum. Lesið sjeynda part í greinarøð um trúgv og modernaða menniskjað

- Størsti vandin er, at part­ar av føroyingum ynskja at eftirlíka okkara grannatjóðum og Evropa, sum er í ferð við at avreiða tað dýrt keypta arvasilvurið, sum kristin­dómurin hevur verið fyri okkum evropeararar.
Vit eru í heimi hansara á Argjum. Hann tosar hart og týði­ligt, kropsmálið er livandi, og tað sæst á øllum brøgd­um, at hann gongur uppí evnið við lív og sál. Hann reisir seg upp og fer at vála í stovuni, tá hann gerst ivrigur. Og meðan Martin Luther og Kristus hanga á vegginum og eygleiða passioneraða prestin, heldur hann verjurøðu fyri “tí klassiska kristindóminum”, sum hann sjálvur málber seg.
Fyri summi er presturin í Vesturkirkjuni konservativur og dogmatiskur. Fyri onnur er hann bert trúgvur móti Skriftini. Vit hava hitt gud­frøðingin og prestin í Vestur­kirkjuni, Bergur Debes Joensen.

Humanistiskt einaræði
Og presturin av Argjum er ikki í iva um, hvør ein av høvuðsuppgávum hansara er: At verja klassiska kristindómin í eini samtíð, sum er eyðkend av liberalari gudfrøði, gud­leys­ari humanismu og eini sníkjandi intolerantari eina­ræðishugsjón, sum ynskir at bannlýsa átrúnaði í almenna rúminum.
- Hendan sekularistiska hugsjón kann vera intolerant og fávitskut, um hon ikki tolir annað enn seg sjálva. Tí kann hon gerast einaræðiskend og ódemokratisk. Og við at nýta hugtøk sum mannarættindi og tolsemi sum skálkaskjól ímóti øðrum, hevur gudleysa humanisman, mótvegis kristnu humanismuni, ført Evropa á vandaleið og er í holt við at máa støðið undan gomlu kristnu virðunum, sigur Bergur Debes Joensen.
Bergur óttast tað moralska forfallið. Hann fordømir her­rópini frá gudleysu human­ismuni um, at átrúnaður skal burtur í almenna rúminum. Og hann er vónbrotin av danska forsætisráðharranum Anders Fogh Rasmussen, hvørs proklameraða endamál er at “holde religionen indendørs”. Úrslitið er sambært Bergi, at hóvlig menniskju halda seg aftur og geva í staðin islamistum og andaligum fanatikarum føri.
- Evropa hevur so dyggiliga misnýtt sítt andsfrælsi og ríka mentunararv, sum kristindómurin hevur givið okkum, við at skifta Gud út við menniskjað, sigur Bergur.
Men er Evropa ikki júst heimsparturin við fólkaræði, fríum fjølmiðlum, rættartrygd, skrivi- og talufrælsi, væl­ferðar­stati o.s.fr.? Gera vit ikki okkurt rætt í Evropa, síðani vit bæði búskaparliga og mentanarliga liggja á odda?
- Evropeiska søgan hevur prógvað, at Evropa skal ansa sær at seta seg yvir øðrum. Evropa prædikar frið, men kann samstundis selja vápn til ræðuligar stjórnarleiðarar. Vit fordøma deyðadóm, men drepa sjálvi fleiri túsund verjuleys ófødd børn um árið. Og hvat ger Evropa ítøkiliga við vaksandi búskaparliga og sosiala gapið millum sunnaru og norðaru hálvkúlu? Tað lekur ímillum teori og praksis í Evropa, sigur Bergur Debes Joensen.

Trúgv og politikkur hanga saman
Bergur skeinkir meiri kaffi í koppin, setist eina løtu, men fer so aftur upp at ganga, tá prátið kemur inn á relatiónirnar millum átrúnað og politikk. Stóra misskiljingin hjá verðsligu humanismuni er sambært prestinum treytaleysa kravið um at skilja sundur trúgv og politikk.
- Har politikkur er, eru menniskju. Og har menniskju eru, er trúgv. Trúgvin hevur við ALT lívið at gera, og harvið eisini við politiska lívið at gera. Øll menniskju hava eina trúgv í breiðari merking. Eina lívsáskoðan um tú vilt, tí tað finst eingin lívsáskoðan uttan trúarsetningar, sum ikki kunnu prógvast, men mugu trúgvast. Tað verði seg kristindómur, islam, ateisma, verðslig humanisma, New Age, Scientology ella hvat tað skal vera. Og øll heimspeki og politiskar hugsjónir innihalda trúarsetningar. Tí er ógjørligt at skilja ímillum politisk sjónarmið og lívsáskoðan annars, sigur Bergur Debes Joensen.
Og áðrenn undirritaði fær tíð at spyrja nærri, skundar hann sær at modifisera sín pástand. Tí tá hetta er sagt, fer Bergur kortini at tosa um eina partvísa sundurskiljing, tá tað kemur til praktiska valdsbýtið í samfelagnum. Og júst hetta er sambært presti ein integreraður partur av lutherska kristindóminum við sonevndu tvey-regiments­læruni hjá stóru fyrimynd hansara, Martin Luther.
- Altso, vit kunnu orða tað soleiðis, at politikkur og átrúnaður hava bæði ALT og EINKI við hvørt annað at gera. Sum sagt skapar okkara trúgv okkara politisku sjónarmið. Men hinvegin snýr politikkur seg bert um hetta lívið, meðan átrúnaður snýr seg um núverandi lívið og tað komandi lívið. Tað er aðalmunurin millum politiska og átrúnaðarliga valdið. Meðan Guds orð eigur at stýra kirkjuni, eigur manna vit og skil at stýra verðsliga valdinum. Og Bíblian talar sjálv um eina politiska yvirvøld, hvørs uppgáva er at varðveita lóg og landaskil. So í júst hesum týdningi eiga vit at skilja sundur politikk og átrúnað, sigur Bergur Debes Joensen.
Men fyri Berg er markið fyri hesi sundurskiljing, tá verðsligir humanistar vilja flyta átrúnaðin úr almenna rúminum.
- Tað er tekin um fávitsku, tá vit býta menniskju upp í trúgvandi og ikki trúgvandi. ØLL trúgva á okkurt. Og tí hevur eingin rætt til at krevja av einum ávísum samfelagsbólki, at hesin skal avnokta sína trúgv, meðan øll hini sleppa at nýta sína trúgv so galið tey vilja. ALLAR sannføringar mugu sleppa til orðanna, slær Bergur fast.

Aftur til klassiskan kristindóm
Presturin er ikki í iva um alterna­tivið til hetta rák. Hann vil aftur til keldurnar. Aftur til trúbótina. Aftur til klassisku gudfrøðina. Aftur til tey fyrstu kristnu. Aftur til trúarjáttanirnar. Aftur til Skriftina. Og seinast men ikki minst – aftur til persónin Jesus.
- Liberala gudfrøðin, sum er fongd við rationalismu og søgukritiska háttalagnum, stendur í andsøgn til klass­iskan kristindóm. Liberala og postmodernaða gudfrøðin avmarkar kristindómin til ævin­týr og Bíbliuna til menniskjans­liga frásøgn. Úrslitið kann gerast alt, sum menniskjum hóvar, tað verði seg femin­ist­iskur, sosialistiskur, liberalistiskur ella succés-kristindómur. Og tá gerst Bíblian til eitt sjálvtøkuborð. Tey, sum lesa Bíbliuna á slíkan hátt, seta menniskjansligt vit og kenslur omanfyri Skriftina. Tá gerst kristindómurin ein døgnfluga. Ein gudfrøði í mannalíki, sum vrakar hin eina og sanna Gud, sigur Bergur Debes Joensen.
Munurin millum klassisku og liberalu gudfrøðina er sambært Bergi, at tann fyrra torir at fara til Skriftina við opinleikanum um, at tað andaliga ella yvir­natúrliga er ein veruleiki. At tað enn í dag ber til at møta tí upprisna Jesusi. At tað bíðar okkum eitt lív hinumegin – saman við Gudi ella skild frá Gudi. At okkum tørvar Guds náði og syndanna fyrigeving. At Gud er ein persónligur Gud, sum vit kunnu hava samband við dagliga.
- Avgerandi spurningurin er, hvussu vit lesa Bíbliuna. Í hesum eru flestu gudfrøðingar samdir við mær í. Og fyri meg er Bíblian meiri enn mannaverk. Meiri enn ein perla millum aðrar bókmentir. Hon er mín atgongd til Jesus. Hon er Guds egna orð til okkara, bæði tá tað revsar og reisir okkum upp. Og tað var henda sannleikan, sum Luther vendi aftur til. Hann fór aftur til Skriftina uttanum heimspeki og menniskjansliga spekulatión, sigur Bergur.
Sentrali spurningurin er tí, hvør Jesus er fyri okkum menniskju. Og valið er greitt. Antin var hann bert eitt menniskja. Og so mugu vit kalla hann lygnara ella sálarsjúkan. Ella er hann Gud í mannalíki. Bergur trýr tí seinna. Og hansara boðskapur til sínar starvsfelagar er greiður.
- Um fólkakirkjuni skal vera lív lagað, má kirkjan standa stinn á sínum grundarlagi, endar Bergur Debes Joensen.
-----
FAKTA
Bergur Debes Joensen
Føddur í 1966.
Málsligur studentur í 1986.
Cand.theol. frá Københavns Universitet í 1994.
Aðalskrivari, ungdómsráðgevi og blaðstjóri fyri Heimamissiónina síðani 1994. Skrivari hjá KFS í 1994. Prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi síðani 1996. Varalimur í føroyska Prestafelagnum siðani 1998 og formaður í føroyska Bíbliufelagnum síðani 1998. Formaður í Kirkjuligu Heimamissióni frá 2001-2006.

--------

Religión og modernaða menniskjað
Hvønn týdning hevur átrúnaður fyri modernaða menniskjað? Hvønn leiklut hevur religión í almenna rúminum? Og kunnu religión og modernitetur sameinast? Bæði í altjóða høpi og í Føroyum eru hesir spurningar meiri viðkomandi enn nakrantíð. Við jøvnum millumbilum seta átrúnaðarligir og etiskir spurningar dagsskránna í almenna kjakinum. Seinast í sambandi við støðu teirra samkyndu. Í greinarøð kastar Heini í Skorini ljós á hesar spurningar við samrøðum við persónar, sum hava ymsar tilgongdir til og sjónarmið viðvíkjandi spurninginum um religión í modernaða samfelagnum. Hetta er sjeyndi partur.