Súkkling
Fríggjakvøldið bleiv kappast í einkultstarti í Hósvík. Tá koyrt verður einkultstart starta súkklararnir ein og ein, og man veit ikki hvussu hevur gingist fyrr enn allir eru komnir á mál, og dómarin hevur funnið fram til hvør vinnarin bleiv. Startað verður við einum minutti millum hvønn súkklara, og tí er torført at vita hvussu leikur fer, fyrr enn liðugt er.
Kappingin var bert fyri unglingar og vaksin, kvinnur og menn, og koyrt bleiv úr Hósvík til Saksunar og aftur til Hósvík.
Teinurin var 33 km til longdar, og teinurin úr Hósvík til Saksunar er ein sera spennandi teinur at súkkla. Tað gongur niðan og tað gongur undan og stórur partur av teininum er slættur. Ein sera væl egnað teinur til einkultstart.
Tað var mótvindur av veg til Saksunar og tí vóru tað flest allir súkklararnir, ið høvdu tankarnar til túrin heim aftur úr Saksun, tá ferðin til tíðir fór uppum 50 km/t.
Uppmøtingin var góð, men fyrireikararnir kundu gott hugsa sær at fleiri onnur, enn tey, ið vanliga súkkla kapp í Føroyum, luttóku. Tað verður vónandi eina aðru ferð.
Tað var tætt millum teir fremstu súkklararnar, og kláraðu Gudmund, Gunnar Dahl-Olsen og Eli Christiansen, at halda nøkunlunda somu ferð nær um allan teinin. Fyrru helvt av teininum átti Gunnar munin og hálaði inn á bæði Gudmund og Eli, men á veg aftur til Hósvík setti Gudmund alt inn, og vann á Gunnar við hálvum minutti. Hálvan minutt eftir Gunnar kom Eli so á mál.
Eisini var tætt millum Sverra M. Edvinsson og Evald Rasmussen. Komir til Saksunar hevði Sverri koyrt Evald inn aftur, men í undanvindinum aftur til Hósvík lá væl fyri hjá Evald, og hann megnaði at koyra Sverra inn aftur, men Sverri svaraði aftur, og tá avtornaði átti Sverri munin millum teir báðar, og vann við uml. trimum minuttum á Evald.
Ein kvinna luttók í kappingini, og hon koyrdi teir 33 kilometrarnar líka undir ein tíma, tvs. eina meðalferð uppá góðar 34 km/t.
Úrslitið, menn:
Nr Súkklari Tíð
1 Gudmund Joensen 53.02
2 Gunnar Dahl-Olsen 53.42
3 Eli Christiansen 54.13
4 Andrass Joensen 56.00
5 Sverri M. Edvinsson 57.23
6 Evald Rasmussen 1.00.50
Úrslitið, kvinnur:
1 Súsanna S. Sørensen 59.49