Guðmundur Joensen skaddur

OYL 15: Guðmundur Joensen fullførir ikki dagsins kapping í triathlon

Ein av størstu vónunum til dagsins Triahlon-kapping, føroyski Guðmundur Joensen, fær ikki fullført dagsins kapping.

 

Kappingin er í gongd í skrivandi løtu, men Guðmundur kemur ikki inn um málstrikuna, tí at hann mátti steðga vegna skaða.

 

Óvist er, hvussu drúgvur skaðin er og hvønn týdning hann fær fyri restina av oyggjaleikunum hjá Guðmundi Joensen.