Triathlon
Føroya Triathlon Felag skipaði í 2 páskadag fyri Sprint triathlon, sum er 750 m svimjing, 20 km súkkling, 5,75 km renning.
Ikki óvantað var Gudmundur Joensen skjótastur á øllum teinunum. Hann og Susanna Skylv Sørensen royndu seg í nýggju vátdraktunum, og vísti tað seg at vera ein stórur fyrimunur, tey svumu væl skjótari enn í vanligum svimjiklæðum. Draktirnar eru gjørdar at verja móti kulda, so í svimjihyli eru tær heldur heitar, men á 750 m gongur tað. Og sjálvt um draktirnar eru ringar at sleppa úr, so gingi skiftini hjá báðum væl og skjótt.
Gudmundur hevur tikið seg væl fram í súkkling, og súkklaði hann eisini framúr væl, at eingin fylgdi honum. Hann kundi tí púra einsamallur renna um málstrikuna, við føroya bestu tíð á hesum sprint teininum. Súsanna Skylv Sørensen svam eisini væl, og var nr 2 úr hylinum. Gunnar Dahl Olsen, sum var triðjur úr hylinum, fekk Súsonnu aftur á súkkluteininum, men hon svaraði aftur á renniteininum og vann seg fram um aftur, og kom á mál sum nr. 2 og gunnar sum nr 3.
Andrass Joensen svam sína bestu tíð, men hevði ein ringan dag á súkkluni. Hann var so óheppin, at bakhjólið skeyt seg, so tað tók í, og av ótta fyri teimum, ið komu aftan á honum, helt hann fram uttan at rætta brekið. Honum eydnaðist at koma á mál áðrenn Evald Rasmussen og Kári Simonsen, og sloppin á renniteinin, kom aftur ferð á , og bleiv hann næstbestur á renniteininum.
Veteranarnir báðir Evald Rasmussen og Kári Simonsen, kappaðust sum vanligt aftur hesaferð. Í svimjingini stóð á jøvnum, men á súkkluna vann Evald so mikið fram um Kára, at hann, sjálvt um hann rann skjótari, ikki vann missin inn aftur. Kári hevur ikki súkklað so nógv í vár. Hann hevur hinvegin runnið nógv, tí ætlanin er at renna keypmannnahavn Marathon, og verður tað fyrstu ferð at Kári fer at renna so langt.
Páskatriathlon
Menn Svimjing skift Súkkling skift Renning Samlað
Gudmundur Joensen 9.02 1.46 31.45 0.23 19.22 1.03.18
Gunnar D. Olsen 11.36 2.07 32.49 0.21 25.53 1.12.47
Andrass Joensen 12.28 1.35 39.47 0.20 22.56 1.17.06
Kvinnur
Súsanna S. Sørensen 9.56 1.55 36.19 0.07 23.03 1.11.20
Veteranar
Evald Rasmussen 13.49 1.57 40.11 0.23 27.59 1.24.19
Kári Simonsen 14.11 2.51 43.31 0.35 27.22 1.28.40