Guðrið á ferð í Týsklandi

Føroysk songkvinnan spælir konsertir í Týsklandi í hesum døgum

Hóskvøldið hevði Guðrið Hansdóttir konsert á staðnum Pferdestall í Bremerhaven.

Hetta var fyrsta av sjey konsertum, sum føroyska songkvinnan hevur í Týsklandi í mars mánaaði.

Í morgin spælir Guðrið á Roter Salon í Berlin, og seinni gongur leiðin til Mainz, Speyer, Crailsheim, Erlangen og Karlsruhe.

Seinasta konsertin verður 14. mars.