Guðrið gevur nýtt staklag og myndband út

Ikki hevur verið so nógv at hoyrt til Guðrið Hansdóttir síðstu árini, men nú kemur hon sterkt aftur við staklagi og myndbandi, av komandi útgávuni “Gult myrkur”, sum kemur út 22. Apríl. Staklagið eitur “Blátt myrkur” og snýr lagið seg um eitt fløkjut parlag, har ein fær kensluna av, at vera hálaður niður í tað bláa. Huglagið er lætt, men sorgblýtt og saman við akustiskum guittara og minimalistikum elektroniskum rútmum, smelta tónanir saman til eitt litfagurt univers.

 

Tað eru navnframu Janus Rasmussen og Sakaris Emil Joensen, sum hava framleitt og lagt lagið til rættis. Guðrið hevur skrivað lagið og orðini eru eftir Lív Mariu Ròadóttir Jæger.

 

Um myndbandið kann sigast at tað er Vár Samulesen, sum hevur leikstjórna og framleitt.

 

Hoyr og síggj myndbandið her:

 

https://www.youtube.com/watch?v=BLHH5ccTUBE

 

 

 

Mynd : Gwenaël Akira Helmsdal Carré