Guðrun og Guðrun fingu Heiðursgávu landsins

Fyritøkan Guðrun & Guðrun fekk í kvøld Heiðursgávu landsins á 75.000kr.

Guðrun & Guðrun fekk í kvøld Heiðursgávu landsins á 75.000kr.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður, nevndi í grundgevingini m.a., at talan er um burðardygga klædnaframleiðslu, ið er viðkomandi fyri øll, uttan mun til hvar í heimi vit eru. Og kenda stjørnutroyggjan hevur sín uppruna í eini gamlari skipstroyggju í Vági, fingu vit m.a. at vita.

 

Guðrun Ludvig og Guðrun Rógvadáottir eru kvinnurnar aftanfyri fyritøkuna, og tær takkaðu fyri heiðurin, og greiddu m.a. frá, hvussu alt byrjaði, og frá framleiðsluni annars.

 

Eftir hetta var sjónband víst, ið lýsir fyritøkuna, og tað hon fæst við.

 

Sissal Kristiansdóttir Kristiansen bar síðani fram heiðurskvøðu.

 

Uni Debess og manning fóru síðani á pall og framførdu blues.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Heiðursgáva landsins er 75.000 kr. Hon verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv.